Munnligir spurningar, ið Fólkaheilsuráðið setir dagstovnum um kjarnaøki

Hevur stovnurin eina heimasíðu?

Leggja tit dent á kostin á heimasíðuni?

Hvussu kemur tað til sjóndar?

Tá ið barn skal byrja á stovninum, verður dentur tá lagdur á kostin frá stovnsins síðu?

Nýta tit almennu tilmælini, t.e. tey 8 kostráðini, í tykkara arbeiði?

 

Verður bakað á stovninum?

Baka tit breyð?

Baka tit bollar?

Nýta tit fullkorn í bakstrinum?

 

Hava tit turrvørugoymslu?

Hvørji kornsløg nýta tit?

Fáa børnini fullkornsskorpur og fullkornsbrakbreyð?

Fáa børnini fullkornspasta?

Fáa børnini stroy oman á súrgaðar mjólkarvørur, t.d. fín- ella grovvalsað havragrýn, rugfras og hvítudrúss ?

 

Fáa børnini grønmeti?

Hvørji sløg?

Fryst?

Epli?

Bjølgfruktir?

Leggja tit dent á at eta og keypa eftir árstíðunum?

 

Fáa børnini frukt?

Hvussu ofta?

Hvørji sløg?

Frukt í dós (súltað)?

 

Verður dentur lagdur á at minka um sukurnýtsluna?

Baka tit køku?

Fáa børnini súrgaðar mjólkarvørur uttan sukur?

Fáa børnini súltutoy?

Fáa børnini saft?

 

Fáa børnini fisk og fiskaviðskera?

Hvørji sløg?

Hvat gera tit við fiskin?

Fáa tit ókeypis fisk frá onkrum fittum “abba” ella fiska tit sjálv?

Fáa børnini fisk í dós, t.d. makrel, rogn, sild og tun ella fiskapylsu?

 

 

 

Hevur stovnurin eina støðisvørugoymslu?

Hvat eiga tit altíð inni?

Fáa børnini brævsúpanir sum t.d. Knorr ella Toro?

Hvar fara tit til handils?

Bíleggja tit frá heilsølu?

Hava tit fasta avtalu?  Um ja, hvussu gomul er avtalan?

Fáa tit avsláttur?

 

Foreldraráðið

Er maturin hjá børnunum eitt evni, ið verður tikið upp á fundi við foreldraráðið?

Hevur foreldraráðið ávirkan á matin, sum børnini fáa á stovninum?