VIKA SEX

6.-10. februar, fara Apotekið og Gigni,
saman við samstarvinum Sex krevur Samtykki (sum eru Amnesty International,
Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Sig frá) at varpa ljós á samtykki í mun til
kyn, kropp og seksualitet



Tiltakið,
VIKA SEX, verður á apotekinum í Steinatúni í Havn.



Apotekið tekur á henda hátt undir við
átakinum ”Sex krevur Samtykki”. Apotekið skal ráðgeva og kunna um heilivág í
trúnaði og eisini ráðgeva um lívsdygd. Við at samstarva við aðrar stovnar og
samstarvsfelagar vóna og vænta vit við hesum átaki at koma nærri okkara kundum
og málbólkinum í hesum átakinum.




børn og ung kenna síni rættindi, duga tey betur at seta egin mørk og at skapa
felagsskapir, har persónlig mørk verða vird, siga fyriskipararnir, sum halda
tað vera av alstórum týdningi, at tey ungu tora at tosa um hesi viðurskifti.
Eins og tað er so sera týdningarmikið, at tey vaksnu duga at møta teimum ungu
har, sum tey eru.



Tiltakið verður á apotekinum í
Steinatúni, og á básinum verður høvi til at fáa eitt prát við fakfólk, at fáa
faldarar, luttaka í spurnakanning , síggja filmir og annars fáa ymiskt tilfar,
ið er aktuelt fyri átakið ”Sex krevur Samtykki”.



Nakinmyndir og samtykki



Á básinum verður eisini varpað ljós á
myndir og mørk á netinum, og møguleiki verður at tosa við umboð frá Løgregluni
um, at privatar og ósømiligar myndir ella upplýsingar kunnu vera ólógligar at
deila ella hava í varðveitslu bæði on- og offline. Politiið er til staðar at
vegleiða um, hvat føroyska lógin sigur, og hvussu borgarin fær vart seg.



Málbólkur



Tiltakið er serliga ætlað næmingum frá
6. til 10 flokk , og tí eggja vit næmingum og lærarum at leita sær oman í
Steinatún í viku 6.



Skráin fyri vikuna: Básurin er opin frá
mánadegi til fríggjadag frá kl. 10 til 16, og á skránni niðanfyri sæst, nær og
hvørji fakfólk eru tøk at svara spurningum.



Á básunum verður møguleiki at práta við
fakfólk frá kl. 12-16.