VIKA SEX 2018

5.-9. februar:

Tá ung kenna
síni rættindi, duga tey betur at seta egin mørk og at skapa felagsskapir, har
persónlig mørk verða vird.





Í døgunum 5. til 9. februar ferðast tiltakið Vika sex 2018 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.

Evnið er "Mynd krevur samtykki", tí tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tiskil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í.  

Tað
er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin
av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá
øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum.

 


Á
tiltøkunum verður, umframt stuttir fyrilestrar frá serfrøðingum, høvi at fáa
eitt prát við fakfólk.
Eisini
verður høvi at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar o.a., ið er
aktuelt fyri átakið “Mynd krevur samtykki”, kynslív og kropp yvirhøvur.

 



SKRÁ

-    
Hvat
er samtykki?             Katla Heðinsdóttir, heimspekingur



-    
Hvat
sigur ló
gin?               Mariann Reinert, politistur



-    
larligar avleiðingar        Oddbjørg
Balle, sálarfrøðingur, BVS





NÆR
OG HVAR



Mánadagin
5. feb.        Glasir (h
ølini
hjá
Dansifrøi)   kl. 10.00 – 11.30



Týsdagin
6. feb.           Miðnám í Vestmanna             kl. 10.30 – 12.10



Mikudagin
7. feb.         Klaksvík (á
Tekniska skúla)    kl.
09.50 – 11.20



Hósdagin
8. feb.           Miðnám í Suð
uroy                 kl.
11.55 – 13.25



Fríggjadagin
9. feb.      Miðnám í Kambsdali             kl.
08.10 – 09.40


Vegna fyriskipararnar

Fólkaheilsuráðið, Apotekið,
Amnesty, Føroya Politi, Gigni og
Sig frá!