Væleydnað fólkaheilsurenning

Fólkaheilsurenning
2017


Fólkaheilsurenning 2017 er nú farin
aftur um bak, og vit fegnast um, hvussu heppin vit vóru við veðrinum henda
leygardagin 3.juni.



Á degnum vóru bæði Fólkaheilsurenning,
Tórshavn Marathon og hálvmarathon á skránni, og byrjaðu øll samstundis á Vaglinum. Fitt av fólkið høvdu meldað seg til samlaða tiltakið. Til
Fólkaheilsurenningina, sum taldi útvið 200 fólk, luttóku bæði børn og vaksin, og
fólk bæði gingu og runnu. Teinurin var 5,5 km og byrjað varð á Vaglinum, síðan
gekk leiðin eftir Áarvegnum, Yviri við Strond, oman eftir R.C. Effersøes gøtu,
Jónas Broncksgøtu og síðan heima aftur eftir Áarvegnum og í mál á Vaglinum.



Summi høvdu nýtt Fólkaheilsurenning sum
høvi til at samlað fleiri familjulimir til ein hugnaligan og virknan dag saman,
og fegnast vit um hetta.



Yviri við Strond høvdu íbúgvar og
starvsfólk á Boanesheiminum gjørt nógv burturúr degnum fyri at stuðla øllum
luttakarunum til samlaða tiltakið – bæði við fløggum og við at veittra úti við
vegin. Tað eru vit sera takksom fyri, og tað fløvar!



Vit vóna at síggja enn fleiri til
Fólkaheilsurenning næsta ár, og at enn fleiri nýta høvi til at samla familju
ella vinir til ein hugnaligan og virknan dag saman.