Tróndheimfrágreiðingin

 

TrondheimskunngerðinRáðstevnu útgávan, endalig (óredigerað) 29.08.2014



 



Rættvíst býti millum heilsu og trivnað – eitt politiskt væl!



 



 





Tær norðurlendsku
fólkaheilsuráðstevnurnar hava eina langa siðvenju. Hesar byrjaðu í 1987¹ og
hava síðan tá ment seg til at vera ein pallur til at skifta royndir sínamillum,
nýmenning og kjak í sambandi við greining av fólkaheilsuarbeiði í norðurlondum.
Vit byggja á royndir, vitan og yrkisroyndir í okkara londum og heiminum annars
og viðurkenna altjóða yvirbygnað gjøgnum røðina av ráðstevnum um fólkaheilsuarbeiði
frá “Ottawa Charter for Health Promotion” í 1986 til “ The Helsinki Statement
on Health in All Policies” í 2013². Tær alheims, landsparta- og
  tjóðskaparligu greiningarnar av samfelagsligu
heilsuavgerðartættunum (helsedeterminanter) hava givið týðandi vitan, hvat ið
átøkum viðvíkur. Tey norðurlendsku londini hava eina langa siðvenju sum
undangongufólk í altjóða høpi, við tí fyri eyga at menna virkisætlanir,
fyrimyndir og samhaldsfast at útvega tilfeingi, til tess at betra um altjóða
heilsu. Í 2012 samdust øll 53 limalondini í Europaøkinum “Heilsa 2020” at bøta
um eina rammuætlan og virkisætlan, soleiðis at býtið millum heilsu og trivnað skuldi
gerast rættvísari í 2020 í teimum ymsu økjunum. Hetta var fyrstu ferð, at vit fingu
eina felags yvirlýsing frá teirri norðurlendsku Fólkaheilsuráðstevnuni.





 



Á teirri 11. Norðurlendsku Fólkaheilsuráðstevnuni
í Tróndheimi, Noreg 26-29. august 2014, vórðu tey 747, sum tóku lut, eftir førimuni
og við egnari ábyrgd, umboðandi ymsar leiklutir, øki og lond í norðurlondunum, samd
um hesar útsagnir:



 



Heilsa og trivnaður í
samfelagsmenningini



Hyggja vit at heilsu og
trivnaði hjá borgarunum, sæst, hvussu væl politisku átøkini hava hepnast við
atliti at einum av teim týdningarmestu uppgávunum. Heilsa og trivnaður eru bæði
ein fortreyt og íløga í tað góða lívið, eitt úrslit av og ein ábending um eitt
samhaldsfast og burðardygt samfelag.



 



Vit vita, at samhaldsfastur
ójavni í heilsu, sum skapar eitt mynstur í fólkasamanseting, er eitt úrslit av einum
ójavnum býti av makt, peningi og tilfeingi í samfelagnum. Tann samfelagsligi
ójavnin í heilsu er ikki rímiligur og er órættvísur og er sprottin úr teimum samfelagsligu
- og teim materiellu fyritreytunum hjá fólki heilt frá føðing, uppvøkstri, vaksnalívi
og til elli.



 



Í okkara norðurlondunum:
Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki er menningin
í fólkaheilsuni nær knýtt at politikki- og vælferðarmenning í londunum. Okkara
alheims vælferðarskipanir saman við miðvísum átøkum eru grundleggjandi.



 



Norðurlond hava eina serstaka
ábyrgd mótvegis umstøðum, sum eru eru við til at skapa heilsu og trivnað, tað
er búskaparligari trygd og býti, bústaði og uppvakstrarumstøðum, skúla og
útbúgving, arbeiðslívi og arbeiðsumhvørvi, heilsutænastum og vælferðarskipanum,
og harafturat mentan og frítíð. Sum grundarlag fyri menningini liggur ein
fólkaræðislig skipan við styrktum sjálvstýri,
 bæði í økjunum og lokalt, har ávirkanin er
stór á samfelagstættirnar, ið ávirka livikor, heilsu og trivnað hjá fólki.



 



Í alheims høpi er fólkaheilsan
í norðurlondum heilt góð. Samstundis eru týðandi avbjóðingar fyri framman.
Samanborið við onnur lond, hava vit ikki loyst okkara størstu avbjóðingar – at
minka um sosiala ójavnan í heilsu. Vit hava soleiðis mist teir størstu fólksligu
heilsuvinningarnar. Arbeiðast má ímóti heilsumununum, sum síggjast í sosiala
ójavnaðinum fíggjarliga, kyni, tjóðarsamleika, virkisstøði og kynsligum fráviki.



 



Rætturin til heilsu er
grundleggjandi. Tilfeingi og møguleikar mugu býtast soleiðis, at fólk kunnu laga
sítt lív samsvarandi egnum ynskjum og tráanum fyri seg sjálvi og samfelagið.



Fevnandi samfelag, har
menniskja er í miðdeplinum.



 



Rættvíst býti av heilsu og trivnaði treytar:



 



Átøk móti grundleggjandi orsøkum fyri trivnaði og heilsu













































 



Nógv mugu geva sítt íkast – ráð, veitarar og viðleikarar



Nógvir samfelags leikarar hava
eina ábyrgd, tá tað ræður um rættvísa heilsu og trivnað. Tann endaliga ábyrgdin
liggur hjá okkara landastýrum.



Statur, landspartar og kommunur
hava øll eina ábyrgd, men hava ójavna ávirkingarmegi.



Frívillig feløg (NGOs) fremja
eitt týðningarmiki arbeiði og eru eitt tilfeingi, samstarvari í mannagongdum og
tilbúgvingar luttakari.



Heilsutænastur á jøvnum føti
kunnu fremja reglubundin átøk, sum fremja rættvísa heilsu og trivnað.



Ein samskipaður statur kann við
skipaðaðari stýring, regulering og lóggávu virksamt skapa góðar karmar fyri
heilsu og trivnaði tjóðskaparliga, landspartaliga og í nærumhvørvinum.



Luttakara í nærøkinum hava eitt
stórt tilfeingi at geva av, tá tað snýr seg um heilsu og trivnað í leiklutinum
sum arbeiðsgevari, framleiðari og samfelagsábyrgdarligur felagi.



 



Vit vilja ábyrgdast fyri