Tíðindaskriv - ABC vikan 2018

Vika 41 er nú ein ABC
vika 



 Hevur tú hugsa um, at tú kanst
gera okkurt gott fyri tína sálarliga heilsu?  



Í sambandi við altjóða
sálarheilsudagin 10. oktober ger Fólkaheilsuráðið við verkætlanini ABC fyri
sálarliga heilsu viku 41 til eina ABC viku. Sostatt verður enn størri dentur
lagdur á evnið sálarlig heilsa.  



ABC filmar og átøk í ABC
vikuni 



ABC vikan hevur við sær, at
skipað verður fyri ymiskum átøkum kring landið, sum kunnu setast í samband við
sálarliga heilsu.  



Gjøgnum ABC vikuna verða fimm
filmar almannakunngjørdir, sum kunnu geva íblástur til og kunning um atferð,
sum kann hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna. Við filminum verður dentur
lagdur á, at tað kann vera einfalt at betra um sína sálarligu heilsu. Hetta er
nakað, sum fleiri longu gera, men kanska ikki eru tilvitað um hevur jaliga
ávirkan á sálarligu heilsuna. Fyrsti filmurin kemur út í dag. 



ABC samstarvsfelagar skipa fyri
ymiskum tiltøkum gjøgnum vikuna, sum bæði eru almenn og meira innanhýsis á
skúlum, ellisheimum o.s.fr. Nærri kunning um
tiltøkini kemur mánadagin 8. oktober.  



Á Facebook síðuni hjá ABC fyri
sálarliga heilsu verður eisini ein kapping, sum verður knýtt at evninum. Fylg
við á síðuni nær kappingin byrjar. 



Sum heild er endamálið við ABC
vikuni at gera fólk tilvitað, um hvat virkar fyri at skapa góða sálarliga
heilsu. Eggjað verður til, at fólk í ABC vikuni gera meira av tí, sum skapar
gleði og innihald í lívinum. Í vikuni kanst tú t.d. savna nakrar vinir, sum tú
ikki hevur sæð í longri tíð, seta tær eina nýggja avbjóðing, fáa alla familjuna
at taka lut í flettingini á ymiskan hátt ella okkurt heilt triðja. 



Hví eina ABC viku? 



Sálarligir trupulleikar eru ein
økjandi sjúkubyrða kring heimin. Sambært WHO verða sálarligir trupulleikar
størsta sjúkubyrðan á heimsstøði í 2020. Mett verður, at umleið 50% av øllum
íbúgvum í OECD-londunum fara at fáa sálarligar trupulleikar í sínum
lívi.  



Tí meta vit, at tað er av
alstórum týdningi, at vit varpa ljós á trupulleikan, og ikki minst seta
sálarliga heilsufremjandi átøk í verk. 



Høvuðsendamálið við altjóða
sálarheilsudegnum 10. oktober er at skapa tilvitan um sálarliga heilsu og seta
átøk í verk, sum stuðla undir góða sálarliga heilsu.  



Fólkaheilsuráðið vil við
verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ikki bert leggja dent á sálarliga
heilsu 10. oktober, men vil gera viku 41, sum er 8. - 14. oktober, til eina ABC
viku.  



ABC fyri sálarliga heilsu snýr
seg um, at tú við at fylgja boðskapinum A) ver virkin, B) ver saman og C) ver
hugbundin, kanst betra um sálarligu heilsuna.  



Evnið er viðkomandi fyri øll,
bæði stór og smá og fólk við ella uttan sálarligar trupulleikar. Tað snýr seg
um at gera nakað, fyri at varðveita og betra um góða sálarliga
heilsu.  



Vit ynskja øllum eina góða ABC
viku og gleða okkum til at deila nýggju ABC filmarnar við tykkum.