Tak væl ímóti faldari

Tryggja góða móttøku

At feløg og venjarar hugsa um sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá sínum limum,
hevur stóran týdning. Ikki minst tá talan er um at taka væl ímóti og varðveita
nýggjar limir. Hesin faldarin kann vera við til at skapa betri trivnað í
felagsskapum, og snýr seg um at taka væl ímóti nýggjum limum í ymiskum
felagsskapum. Faldarin kann brúkast fyri fólk í øllum aldri og faldarin vendir
sær til limir, venjarar, undirvísarar, hjálparfólk, íðkarar og leiðarar í
felagsskapum – t.e. øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í
felagsskapum.

Vit ynskja øll at hava
kensluna: Her havi eg hug at koma aftur”, tá ið vit eru byrjaði í einum nýggjum
felagsskapi. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og
ÍSF hava gjørt í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum,
fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í
sínum felagi ella felagsskapi.

Dømi frá felagsskapum

Í faldaranum, sum ber heitið “TAK
VÆL ÍMÓTI” eru 4 dømi frá felagsskapum innan sjálvboðið frítíðarvirksemi í
Føroyum. Harafturat eru punkt undir hvørjum dømi við gerðum og loysnum. Eisini
eru spurningar, sum mælt verður til, at felagsskapir taka upp og arbeiða við í
felag, fyri at tryggja ta góðu móttøkuna.

Smáar gerðir gera stóran mun

Vit skulu leggja okkum í geyma,
at ofta eru tað tær smáu einføldu gerðirnar, sum kunnu gera stóran mun.
Faldarin kann skapa enn betur grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og
fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava
tørv á fyri, at kunna trívast og mennast.

Vit vóna, at hesin faldarin
verður viðvirkandi til at økja um tilvitanina úti í felagsskapunum og geva
ítøkiligar loysnir til ta góðu móttøkuna.

Tú kanst heinta faldarin her: https://isf.fo/wp-content/uploads/2019/05/2019-05-22-FUR-ISF-A5-Faldari-pdf-.pdf













Faldarin fæst eisini við at
venda sær til Ítróttarsamband Føroya ella Føroya Ungdómsráð.