Sølan av tubbaki fallin við meira enn 10 prosentum í januar.

Undan
jólum fór Fólkaheilsuráðið í holt við eitt átak, har roykjarar, ið vóru
sinnaðir at leggja av, fingu møguleikan at melda seg til eina SMS-skipan, har
teir kundu fáa eini stimbrandi boð, hvønn dag í gott og væl ein mánað og
eftirfylgjandi eitt ella tvey sms um vikuna tær næstu áttu vikurnar. Talið av teimum,
sum vóru tilmeldað, var væl omanfyri túsund, og eini sekshundrað vóru við allan
vegin ígjøgnum og heilt til endans.




eingin kanning er knýtt at átakinum, er ilt at meta um, hvussu nógv koma
ígjøgnum roykfrí í hinum endanum. Tó so, hagtøl aðrastaðnis benda á, at ein góð
helvt av teimum, sum er tilmeldað slíka skipan, gjøgnumførir roykistoppið.



Ein
onnur ábending er innflutningur av tubbaki, men her er so mikið av tíðarmuni
millum veitingarnar, sum koma higar til lands, og tíðarskeiðið, tá sjálv sølan
fer fram, so tað er ikki tað, tú í fyrstu atløgu kanst brúka til at gera
metingar eftir, hvussu stórt brúkið av tubbaki er.



Harafturímóti
er sølan av tubbaki verd at hefta seg við, tá krambúðir og samtøk annars hava
neyv hagtøl yvir søluna. T.d. hava vit fingið ábendingar frá einum samtaki, at
sølan av tubbaki hjá teimum er farin rættiliga nógv niður, tá hugt verður at
tølunum frá viku 1 til viku 9 í ár. Her er sølan minkað við meira enn 10
prosentum fyri hetta tíðarskeiðið. Tó skal tað fyrivarni nevnast, at hetta er
bert fyri tveir av handlunum, sum eru ávikavist í Klaksvík og Havnini, men hetta
er ivaleyst umboðandi fyri søluna sum heild fyri hetta tíðarskeiðið, men tað
vita vit kortini ikki. Vit gleðast sjálvandi um hesa afturgongd í søluni hjá krambúðunum
og vóna, at tær fara at selja so mikið meira av frukt og grønmeti í staðin. Í
hvussu so er, mæla vit fólki til at seta okkurt gott í staðin fyri tubbakið
– her er frukt og grønmeti eitt gott boð.



Sum sagt, fleiri enn 1000 meldaðu seg til skipanina, sum er púra ókeypis.
Fólkaheilsuráðið er sera væl nøgt við, at so mong hava tikið undir við hesum
átakinum, og vísir á, at enn ber til at vera við.



Vit
rokna við, at eini 600 fara at koma á mál við sínum ætlanum hesa ferð. Sostatt
skuldi átakið fingið tølini fyri roykjarar at fallið munandi í ár. Við
sølutølunum sum grundgeving saman við royndunum aðrastaðnis, so kunnu vit vóna
at síggja eina niðurgongd við umleið fýra prosentum í ár.





Fólk kunnu framvegis melda seg til hetta komandi hálva árið. Tú kanst byrja nær
tað skal vera.



Melda til við at senda eitt sms við tekstinum “gevst” til 1919

www.folkaheilsa.fo