Skúlin við Løgmannabreyt er Ársins roykfríi skúli!


6.
flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt hevur vunnið skúla sínum heiðurin at vera
Ársins roykfríi skúli 2012.

Samanlagt
luttóku 32 skúlaflokkar kring alt landið í kappingini, har flokkarnir skuldu
vera roykfríir í ein mánað, frá 10. september til 10. oktober. Tað megnaðu 20
flokkar, og í lutakasti, sum Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum skipaði fyri,
gjørdist 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt hepni
vinnarin.

Umframt
at vinna skúla sínum heiðursplátu sum váttan fyri vinningin, verður flokkurin
eisini boðin til eitt spennandi kvøld í Bowlinghøllini á Hálsi við bowling og
døgurða, og ikki minst sleppa tey á ekslusiva konsert við Sveini Gaard
Olsen.

Kappingin
um Ársins roykfría skúla 2012 er av, og vit vóna at kunna tørna út aftur við
Ársins roykfríi skúla 2013. Vit takka øllum flokkum fyri luttøkuna og ynskja 6.
flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt hjartaliga til lukku við
vinninginum.