Skúlin á Fløtum gjørdist Ársins roykfríi skúli 2015

Átakið hevur øll
árini verið út á heystið. Tann roykfríi skúlin merkir, at ein flokkur meldar
seg til at vera roykfríur frá byrjan av september til byrjan av oktober.,
t.v.s. í ein kalendaramánaða. Í grundini er tað eingin eftiransing annað enn
upp til teirra egnu samvitsku, um tað í veruleikanum er so, at tey eru
roykfrí.Tað hevur variera millum 30 og 70 skúlaflokkar, ið hava melda seg til.



Í ár var tað 6a í
Skúlanum á Fløtum, sum vann kappingina við lutakasti. 39 flokkar vóru
tilmelaðir og 28 luku treytirnar at vera við í lutakastinum.



Vinningurin er atgongumerki til fyrsta HM-undankappingardyst hjá
føroyska landsliðnum á Tórsvølli í 2016.



Hartil far 6.a heiðurspláta til at heingja upp á skúlanum við
heitinum: “Ársins roykfríi skúli 2015.



Átakakið Ársins roykfríi Skúli hevur givið okkum
møguleikan at royna ymiskar hættir, millum annað, hvussu vinningurin skal
lutast út. Í tvey ár hevur hann verið handaður í Havnini, men eftir hondini eru
vit farin út á skúlan, har vinningurin hevur verið ein konsertin, umframt eina
heiðursplátu, sum verður sett upp á skúlanum. Í ár hevur 6a á Skúlanum á Fløtum
vunnið atgongumerki til HM-undandyst. Í fjør gjørdist Skúlin á Giljanesi
vinnarin “Ársins roykfríi skúli 2014”.