Sjóvar Kommuna gongur undan

Sjóvar
Kommuna gongur undan



Tað er
hugaligt at síggja tiltøkini, sum Sjóvar Kommuna skipar fyri í sambandi við
Útivikuna. Kommunan gongur undan sum eitt gott fyridømi fyri okkum onnur við nógvum tiltøkum.



Í dag kl. 18
verður farið at grilla við Lítlafløtt, har hvør tekur sín mat við at leggja á
grillina. Síðan verður skipað fyri spølum á vøllinum.



Í morgin
verður krabbaveiða á Kumlum og sunnudagin verður gingið til Selatraðar.



Leinkja til
Sjóvar Kommunu: 
http://www.sjovarkommuna.fo/sjonew/index.php?option=com_content&view=article&id=1514:utivikan-2013&catid=18:tndi&Itemid=13