Samandráttur frá NRS 2019

Nordisk Rusmiddel seminar 2019 í Nuuk

Tríggir læruríkir dagar á Nordisk rusmiddel seminar 2019 í Nuuk. 24 umboð
frá NRS felagsskapin saman við umboðum í Grønlendsku landsumsitingini og
starvsfólk, sum arbeiða á rúsevnisøkinum í Grønlandi tóku lut á seminarinum.


Martha Abelsen ministari, Sundhed, Sociale Anliggender og Justisområdet,
bjóðaði vælkomin á bæði grønlendskum og donskum máli. Hon var glað fyri NRS samstarvið,
sum gevur møguleika at tosa um trupulleikar av alkohol- og rúsevnisnýtslu, har
møguleiki eisini er fyri at deila vitan landa millum. Samlaða nýtslan í
Grønlandi er eins og í øllum hinum londunum fallandi, men rúsevnismisnýtslan er
størsti heilsu trupulleiki í Grønlandi, sum førir til harðskap, ágang av
ymiskum slagi og umsorganarsvík. Hon undirstrikaði, at tað er samband ímillum
trivnað og rúsevnismisnýtslu.   


Støðan í
Grønlandi



HBSC kanningin, (Health Behaviour in School-aged Children) verður gjørd
fjórða hvørt ár, hon fevnir um børn í aldrinum 15 til 17 ár. Føroyar eru ikki
við í hesi kanningini. Grønland hevur verið við síðani 1993, og kanningini vísir,
at tað gongur rætta vegin í Grønlandi, og at nýtslan hevur ikki flutt seg til
onnur rúsevni so sum hash.


Tá ið spurt verður um, hví tey ungu drekka, eru svarini: tí tað er
stuttligt, teimum dámar tað, og tað er ikki tí, tey hava tað ringt og rokna við,
at tað skal hjálpa at drekka. Tey kenna ikki avleiðingarnar av at drekka ov
nógv, ella munin ímillum at drekka við máta, og tað at drekka ov nógv. Hetta er
hent vitan, sum skal brúkast í sambandi við fyribyrgingararbeiðið.


Í
grønlendsku Fólkaheilsukanningin  2018
framgongur, at nógv spæla, og tað vísir seg sum gambling og gaming verður meira
og meira samantvinnað.


Christina Viskum Lykten Larsen, Seniorgranskari Center for sunhedsforskning
í Grønland legði hagtøl fram frá grønlendsku Fólkaheilsukanningini 2018. Hon
hevði kannað, um samband er millum sjálvmorð, harðskap og misnýtslu og
kanningin vísti, at tað er týðiligt samband millum hesi.


Til spurningar viðvíkjandi drekking av alkoholi fordeila svarini seg soleiðis:



19% drekka ikki



34% drekka seg full einaferð um mánaðin



43% av monnum og 38% av øllum kvinnum hava møguliga ein alkohol trupulleika.



Tað er eisini soleiðis, at tað eru tey, sum eru ringast fyri materielt, sum
drekka mest.



Atgongd til
alkohol



Øll londini í NRS, uttan Danmark og Grønland hava einkarsølu. Aldursmarkið
fyri at keypa øl og vín í londunum, sum eru við í NRS samstarvinum liggur
millum 16 og 18 ár, meðan aldursmarkið fyri at keypa spiritus liggur millum 18
og 20 ár. Í Føroyum er aldursmarkið í báðum førum 18 ár.


Sambært “Information on the Nordic Alcohol Market 2018” gjørd av Alco
(Alcohol monopoly of Finland) eru borgararnir í NRS londunum væl nøgdir við
einkarsølurnar. Nøgdsemi er best í Føroyum og liggur á 97%, meðan 83% av
íslendingum eru væl nøgdir við sína einkarsølu. Kundanøgdsemiskanningar í
Svøríki vísa, at kundarnir halda,
at Systembolaget er gott fyri
fólkaheilsuna, tað tryggjar eitt breitt úrval av øl, víni og spiritus, og tey
halda, at starvsfólkið hjá einkarsøluni selur við ábyrgd.


Hóast kundar eru væl nøgdir við einkarsølu, og tað er væl dokumenterað, at
avmarkað atgongd minkar um rúsdrekka nýtsluna, meta starvsfólkini, sum arbeiða
við rúsdrekka økinum í Danmark, ikki at tað er stuðul í tí politisku skipanini
at broyta alkohol politikkin og fáa sett eina einkarsølu á stovn í Danmark.


Danir virða rættin hjá tí einstaka at velja - hægri, enn at minka um
atgongdina, og tí hava teir ikki onnur amboð til at taka, enn at upplýsa um
avleiðingarnar av rúsevnum og at undirvísa. Nýtslan er eisini fallandi í
Danmark, og tey vita ikki, um tað er eitt rák, at fólk drekka minni, ella um
tað er upplýsingin og undirvísingin, sum riggar.


 



Tað íslendska
modellið



Í 90inum lógu ung í Íslandi á niveau við danskan ungdóm, tá ið tað kom til
alkohol nýtslu, og tí byrjaðu Íslendingar at seta inn. Tey fóru undir at kanna,
hvat tey, sum ikki drekka, hava í felag. Tað vísti seg, at tey høvdu góðar
familjurelatiónir, góðar vinir, góða heilsustøðu og virkið frítíðarlív.


Tí fóru íslendingar undir at organisera ítróttin, settu útgongubann og
styrktu foreldra samstarv. Foreldraumboð skuldu vera í skúlastýrinum eisini á
miðnámi. Ongar veitslur uttan tilsýn og promillumarkið fyri at koyra bil bleiv
sett til 0,2. Verkætlanir fyri heilsufremjan vórðu settar í verk bæði á skúlum
og stovnum. Eisini bleiv fyribyrgingararbeiðið rættað individuelt, sum ein
liður í at staðfesta trupulleikar so tíðliga sum møguligt. Kommunur geva øllum
møguleika ókeypis at taka lut í frítíðarvirksemi.


Úrslitið kenna vit, Ísland er tað landið í NRS samstarvinum, sum liggur
best fyri, tá ið tað kemur til rúsevnisnýtslu millum ung.


Hvussu fáa ung
undir 18/20 ár fatur á alkoholið



Hóast markið fyri at keypa alkohol liggur millum 18 til 20 ár, vísir tað
seg sum, at ung fáa fatur á alkoholi.


Í Svøríki hava tey í eina tíð havt eitt átak, sum skuldi ávirkað soleiðis,
at vaksin ikki geva ella selja alkohol til ung undir 18/20 ár. Tey hava eitt
hugtak, sum tey kalla “langare” (håndlanger) fyri tey, sum geva ella selja
alkohol til ung. Hetta átak vísti seg ikki at rigga.


Tí gjørdi einkarsølan av at kanna, hvaðan ung undir 20 ár fáa fatur á
alkoholi. Kanningin vísti, at ung fáa alkohol frá eldri systkjum, eldri vinum
og eldri systkjum hjá vinum. Tí valdu tey at kanna, hvørja áskoðan 20 og 25 ára
gomul hava á alkohol.


Kanningin vísti, at tey ungu ikki identificera seg við “langare” og halda
seg ikki gera nakað skeivt, tá ið tey keypa fyri yngri. Tey halda tað eru gomul
fólk, sum eru “langare”.


Spurt var eisini, hví tey ungu drekka, og svarini vóru: tí tey halda, tað
er ein partur av lívinum; tey seta tað í samband við hugna, og tað at vera
vaksin. Tey halda tað vera trupult at siga nei.


Kanningin vísti eisini, at tey halda ikki, foreldur og vaksin eru góðar
fyrimyndir. Høgtíðir eru fyltar við alkoholi; fyrr vóru páskir páskaregg, og nú
er tað blivið til páska øl.


Tey ungu halda, at man má finna útav, hví ung vilja drekka, tað manglar
støð uttan alkohol. Tey ynskja vegleiðing, hvussu alkohol skal handfarast.



Marknaðarføring



Øll londini bannað lýsingum við rúsdrekka uttan Danmark og Grønland, har
tað bert er bannað at rætta lýsingar við alkoholi til børn og ung.


Av tí, at tað ikki er loyvt at lýsa, brúka fyritøkur nógvar ymiskar mátar
at marknaðarføra uppá.


Netið er internationalt, og national lóggáva er ikki galdandi, tá ið
fyritøkur í øðrum londum lýsa á netinum.



Sambært svenskari kanning av 20-25 ára gomlum, síggja tey ikki reklamur, sum
nakran trupulleika, men tey nevna, at vælumtóktar ungdóms sjónvarpsrøðir oftani
eru fyltar við fjaldari reklamu.


Á teimum sosialu platformunum leggja ung oftani myndir út, tá ið tey eru
til eina veitslu, har tey taka mynd av sær sjálvum við einari øl, og tá, uttan
at vita tað, promovera eina vøru yvirfyri vinum á netinum. Her kundu tey ungu
verið blivin gjørd tilvitað um, at tað kann vera ókeypis reklama hjá einari
fyritøku og tann vegin ávirka.


Tað nýggjasta innan marknaðarføring í dag er “Influencer”

Í Norra er marknaðarføringslógin sera umfatandi og greið og fevnir eisini
um teir sosialar miðlarnar. Eftirlit verður hildið, og tey kunnu vísa á fleiri
dømi, har farið er um mark, og tað hevur ført til dóm.


 



Hvat er tað
besta ella ringasta í einum samfelag sæð við fólkaheilsubrillum



Á einum lista av 15 møguligum orsøkum, sum fólka doyggja av, liggur alkohol
á einum áttanda plássi.


Tá ið sjúklingar, sum hava fingið skaða, vera kannaðir eru tað:

 



·        
24% sum hava eina promillum
uppá 1,5 í miðal



·        
66% sum hava fingið skaða í
harðskapi hava drukkið



·        
12%  av bilførarum, sum hava skaða, hava 0,3 %



·        
45% av monnum omanfyri 35 ár
hava drukkið, tá ið teir vera innlagdir



Ein stórur partur av sjúklingum, sum eru til viðgerð á sjúkrahúsum, drekka
ov nógv, og lítið verður gjørt í dag fyri at minka um hetta á einstaklingastøði
í heilsutænastuni. Átøk mugu gerast tí:



·        
Høg nýtsla í langa tíð førir
til medisinskar sjúkur



·        
Fyllskapur førir til akuttar
skaðar og sjúkur í longdini





Saman við tiltøkum, sum fevna um øll, skuldi mann fyri tann einkulta
sjúklingin skyld, leggja seg eftir at venda kunningina til heilsutænasturnar. Alkohol
hevur við sær fleiri sjúkur og óheilsu enn tað, sum vit kenna í dag. Sjúklingar
eru meira motiveraðir til at broyta lívsstíl.
 

Leiðbeiningar
viðvíkjandi alkohol





Vegleiðingar hjá NRS londunum minna nakað um hvørt annað: 

Drekk ikki fyri heilsuna



7/14 alkohol eindir um vikuna



Drekk ongantíð 5 alkohol eindir í senn



Kvinnur við barn eiga ikki at drekka alkohol



Kvinnur, ið geva bróst, skulu ikki drekka alkohol



Kvinnur, ið royna at gerast við barn, eiga heldur ikki at
smakka sær á



Gomul fólk eiga at vera serliga varin við rúsdrekka 





Norra brúkar tó ikki vegleiðingina 7/14 alkohol eindir, hetta
tí tey siga, at gransking ikki vísir týðiligt, at ein ávís nøgd hevur
heilsuligan virknað. Tey siga, at WHO hevur ongar vegleiðing, men 7/14 er mark
í sambandi við vandar, og tað hevur ikki verið ætlanin hjá WHO at brúka 7/14
alkohol eindir, sum mark fyri, hvat tú kanst drekka.
   

Eldri og
alkohol





Fólk gerast eldri, og
tey eru verri fyri likamliga og taka møguliga heilivág, og tí skulu vera meira
varin við at drekka alkohol.



Kanningar vísa, at menn drekka meir enn kvinnur, men fyri
bæði kynini er galdandi at nøgdin er støðugt vaksandi.


Spurningurin er, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til
alkoholnýtsluna hjá eldri, og hvussu skulu røktarfólk fyrihalda seg á
røktarheimum, har alkohol fyllir meir og meir, og hvussu skulu heimahjálparstarvsfólk
fyrihalda seg til tey, sum búgva heima.


Hetta er ein trupulleiki fyri nøkur starvsfólk, men
hvussu stórur hesin trupulleikin er, vita vit ikki.


Í dag halda vit, at eldri fólk, skulu kunna drekk
alkohol, um tey ynskja tað, men spurningurin er, um tað er etisk rætt, at vit
bara halda tað er ok, at tey drekka, tí tey eru gomul, skulu vit ikki spyrja
tey og geva teimum møguleika at siga sína hugsan og geva teimum møguleika at
koma til samrøðu, um tey hava tørv á tí.


Hvussu brynja vit starvsfólk at tosa við eldri um
alkohol.



Kannabis og
lóggáva



Lóggávurnar viðvíkjandi kannabis eru ymiksar í NRS
londunum.


Bæði viðvíkjandi privatari nýtslu og nøgd, og hvat verður
revsað, og hvat verður átalað. Flestu londini hava avmarkingar í nøgd, hvat er
loyvt at hava uppi á sær, og hvat kann síggjast, sum privat nýtsla. Meðan Norra
hevur ongar almennar ásetingar um nøgdir.


Í fleiri londum verur tosað um at kannabis skal avkriminaliserast,
men tó ikki gerast lógligt.



Hvør nýtir
kannabis?





Kanning er gjørd fyri at kanna, um munur er á kynunum í
sambandi við kannabis nýtslu. Hetta er gjørt fyri at innrætta fyribyrgingararbeiðið
so væl sum gjørligt.
 

Neiligar upplivingar í barndóminum so sum:



·        
Misnýtsla - likamligt,
kenslulig ella kynsliga



·        
Vanrøkt - likamlig og
kenslulig



·        
Manglandi trivnaður í
heiminum – sálarsjúka, harðskapur, rúsevnismisnýtsla, hjúnaskilnaður





Kanningar vísa, at børn, sum uppliva 4+ neiligar
upplivingar er vandin fyri:
 

Alkohol                                                                      x
 4



Fáa børn sum tannáringar                                          x
 6



Roykja                                                                       x
 6



Kynsliga virkin tíðliga                                               x
 6



Roykja hash                                                               x
11



Eru offur fyri harðskapi                                             x
14



Framt harðskap innanfyri 12 teir síðstu mánaðirnar x 15



Nýta stoffir                                                                x
16



Hava verið fongslað                                                  x
20





Kanningin vísir, at menn, sum brúka rúsevni oftani, hava
verið útfyri likamligari misnýtslu og vanrøkt, men kvinnur aloftast hava verið
fyri kynsligari misnýtslu.



Kvinnur og menn reagera ymiskt í sambandi við sálarløst,
menn eru útvendir og kvinnur venda inneftir.


Menn kenna ikki vandarnar við rúsevnum, men tað gera
kvinnurnar. Menn byrja fyrr enn kvinnur og taka meira rúsevni og taka rúsevni
saman við øðrum monnum. Kvinnur byrja seinni og brúka rúsevni saman við einum
trúnaðarvini. Munur millum kvinnur og menn minkar millum tey ungu.



63% av monnum og 75% av kvinnum brúka ikki rúsevni. Sambært ESPAD (The European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs). kanningini liggur Føroyar niðast á listanum fyri 15 ára
gomul, sum hava roynt hash.





Uppskot til broytingar
av rúsevnislóggávu
 



Staðfest er, at kriminaliseringin ikki hevur minkað um
nýtsluna av rúsevnum. Í dag verður tosað um at avkriminalisera, men ikki at
legalisera.





Vit hava bara Portugal at hyggja at, tá ið tað kemur til
avkriminalisering.
 

Ein avkriminalisering vil hava broytingar við sær.
Ábyrgdin verður flutt frá lógarmálum til heilsumál. Eitt skifti, sum er stórt
og krevur nýggja tankagongd.





Eitt argument, sum verður brúkt er, at alkohol er
vandamikið, men er lógligt, og tað verður regulerað.
 

Royndirnar í
Norra við tubbaksnýtslu



Norra hevur havt góðar royndir at fáa tubbaksnýtsluna niður. Tað var í
2010, at Norra tók stig til at tubbak ikki skuldi vera sjónligt í handlum.
Hetta bleiv gjørt fyri at:





·        
Fyribyrgja at ung byrja at
roykja



·        
Hjálpa teimum, sum ynskja at
gevast við at roykja



·        
De-normalisere tubbaksvørur 

Tað var relativt lætt at gera, og úrslitið var:





·        
Tal av roykjarum fór niður



·        
Størst niðurgongd millum tey
ung



·        
Privati innflutningurin av
tubbaksvørum



·        
Nýtsla av snús fór upp – men
samlaða tubbaksnýtslan fór niður



·        
Fólk vóru glað fyri
avgerðina



·        
Dagligir roykjarar roykja
minni