Rúsdrekka er ongantíð vandaleyst

Danska Heilsustýrið hevur broytt tilmælið um rúsdrekka, tí rúsdrekka
sambært International Agency for Cancer Research er at rokna sum
krabbaelvandi, uttan nakað niðara kent mark fyri, har rúsdrekka ikki
elvir krabba. Hin vegin tykist alkohol upp til 20 gram um dagin
(svarandi til 2 alkoeindir) at verja móti hjarta-æðrasjúkum hjá
miðaldrandi og eldri fólki. 


Nýggju tilmælini ljóða soleiðis:
• Rúsdrekka er ongantíð vandaleyst
• Drekk ikki fyri heilsuna
• Tað er lítil vandi fyri at gerast sjúkur av rúsdrekka, um kvinnur drekka minni enn 7 alkoeindir og menn mini enn 14 um vikuna.


Tað er stórur vandi fyri at gerast sjúkur av rúsdrekka, um kvinnur
drekka meira enn 14 alkoeindir og menn meira enn 21 um vikuna.
• Drekk ongantíð meira enn fimm alkoeindir í senn.
• Kvinnur við barn eiga ikki at drekka alkohol
• Kvinnur, ið royna at gerðast við barn, eiga heldur ikki at smakka sær á – hetta av fyrivarnisávum.
• Gomul fólk eiga at vera serliga varin við rúsdrekka.

Fólkaheilsuráðið
hevur á fundi tann 22. september viðgjørt hesi nýggju tilmæli og tekur
undir við teimum, men heldur, at boðskapurin er vorðin eitt sindur ov
torskildur og tí hevur Fólkaheilsuráðið hesi ráð til fólk:
• Fyri heilsuna – drekk sum minst

Fólkaheilsuráðið
hevur eisini seinastu tíðina merkt sær alment orðaskifti um, hvussu
Rúsdrekkasøla Landsins skal skipast. Fráboðað var lógarbroyting til tess
at gera Rúsdrekkasøluna til alment partafelag. Sambært skjalinum um
eykajáttan til Rúsdrekkasølu Landsins verður sagt, at avlopskravið til
Rúsdrekkasøluna er hækkað so nógv, at “Rúsdrekkasølan fer at kanna
møguleikarnar fyri at opna ein úrvalshandil í SMS, kanna møguleikarnar
fyri at opna handil í Sundalagnum, selja lutir, sum hava tilknýti til
vørurnar, sum Rúsdrekkasølan selur, útseta neyðugt viðlíkahald umframt
kanna samstarvsfyrimunir við P/F Posta”. Grundað á hesar fráboðanir frá
Vinnumálaráðnum fer Fólkheilsuráðið at koma við hesum almennu
viðmerkingum:

1. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10.03.1992 um
innflutning og sølu av rúsdrekka sigur fyrsta grein: “Endamálið við hesi
lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um
skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og
samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í
sambandi við rúsdrekka í Føroyum.” Rúsdrekkasøla Landsins er sett á
stovn sambært somu lóg og skal eftir fatan ráðsins viðvirka til at
avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan á fólk og
samfelag.

2. Nú tá danska Heilsustýrið hevur hert síni
tilmæli um alkoholnýtslu, og Fólkaheilsuráðið fer eitt vet longur og
mælir fólki til at drekka sum minst, er serliga umráðandi, at
rúsdrekkatálmandi virksemið verður styrkt.

3.
Fólkaheilsuráðið heldur, at Vinnumálaráðið er á skeivari leið, tá hugsa
verður um at gera Rúsdrekkasølu Landsins til alment partafelag, tí eitt
partafelag hevur vanliga til uppgávu at økja sum mest um inntøkurnar.
Rúsdrekkasølan hevur, eftir fatan Fólkaheilsuráðsins, ikki til uppgávu
at økja um inntøkurnar av rúsdrekkasølu. Harumframt heldur
Fólkaheilsuráðið ikki, at Rúsdrekkasølan skal kenna seg noydda at opna
handil í SMS og samstarva við Posta fyri at økja um inntøkurnar.
Fólkaheilsuráðið mælir til at sleppa Rúsdrekkasøluna undan kravinum um
avlop, og í staðin brúka avgjøldini sum inntøkuveg til landskassan.

4.
Fólkaheilsuráðið vil mæla til, at rætturin hjá bryggjaríum at selja øl
beinleiðis til almenningin verður avtikin. Hetta er ein uppgáva fyri
Rúsdrekkasølu Landsins.

5. Fólkaheilsuráðið heldur, at
endmálsorðingin í rúsdrekkalógini eigur at hava við sær, at umsitingin
av lógini verður løgd undir Heilsumálaráðið og ikki sum nú umsitin av
Vinnumálaráðnum. Ein samrakstur við Apotekaraverkið eigur at verða
umhugsaður, tí báðir stovnar innflyta og útflýggja evni, sum skulu
inntakast við skili, um skaði ikki skal standast av.


Vegna Fólkaheilsuráðið

Pál Weihe, formaður