Rørslufagnaður kring landið

Fyrsta summardag í mai 2018, fór tiltakið Rørslufagnaður
av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Tað var eitt væleydnað og rørandi tiltak, har
umleið 3.000 fólk savnaðust á Vaglinum í Havn. Tiltakið var somikið væl móttikið
at Fólkaheilsuráðið avgjørdi at geva øðrum kommunum, ið eru partur av
verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, møguleika fyri at skipa fyri sama
tiltaki í sínum nærumhvørvi í ár. Hetta hevur ført við sær at bæði Vágs kommuna,
Tórshavnar kommuna og Sunda kommuna
fara at
skipa fyri Rørslufagnaðinum í ár.



Eitt øðrvísi tiltak



Rørslufagnaðurin er eitt ABC tiltak, ið leggur dent á
boðskapirnar: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Hetta eru boðskapir, ið
vísa á, hvat hevur góða ávirkan á bæði sálarligu og kropsligu heilsuna. Endamálið
við Rørslufagnaðinum er at fáa ein breiðan skara av fólki at røra seg saman við
øðrum á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, og skapa ein
fagnaðardag fyri ymisk ættarlið. Luttakarar heilt frá pinkubørnum í barnavogni
til búfólk á ellisheimum kunnu luttaka.



Rørslufagnaðurin byrjar við einari litfagrari gongu, har tú
kanst luttaka akkurát, sum tú ert; til gongu, við stavi ella høkjum, rullistóli
o.s.fr. og kanst venda við, sum tað passar tær. Teinurin verður styttri í ár
enn í fjør, tí endamálið er ikki at ganga so langt, men at savna ymisk fólk til
eina hugnaliga løtu við rørslu. Aftaná kunnu luttakarar fáa ókeypis frukt og
vatn, og møguleiki er at royna alskyns virksemi, ið er ymiskt alt eftir, hvør
kommuna skipar fyri.



Heitt verður á fólk um at lata seg í okkurt litfagurt og
hava egnan kopp við, tí vit miða eftir at brúka so lítið av burturkasti sum
gjørligt.



Byrjar fyrst í mai



Vágs-, Sunda- og Tvøroyrar kommuna skulu royna seg við
Rørslufagnaðinum fyri fyrstu ferð í ár og Tórshavnar kommuna fer í ár í enn
størri mun at seta sín dám á tiltakið. Tiltakið verður tillagað ymsu
umhvørvinum.



Vágs kommuna skipar fyri fyrsta Rørslufagnaðinum í 2019.
Rørslufagnaðurin verður 3. mai 2019 í sambandi við mentanarvikuna í Vági.
Tiltakið byrjar við Vágs Skúla kl. 11.00.



Tórshavnar kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 24. mai
2019. Tiltakið byrjar á parkeringsplássinum við Badmintonhøllina kl.10.00.



Sunda kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 29. mai 2019.
Tiltakið byrjar kl.10.00 á ítróttarøkinum við Margáir.



Vit ynskja øllum ein góðan Rørslufagnað og vilja heita á
fólk um at taka onkran við, sum tit halda høvdu fingið gleði av at luttikið á
Rørslufagnaðinum.