Rørslufagnaður í Vági fríggjadagin 3. mai

Vágs kommuna skrivar á heimasíðu síni, at tey í morgin 3. mai 2019, fara at hava ABC tiltakið "Rørslufagnaður", sum liður í Mentanarvikuni í Vági. Hetta
verður fyrsti Rørslufagnaðurin av trimum kring landið í mai í ár.



Rørslufagnaðurin verður í Vági skipaður í samstarvi
millum Vágs kommunu, Vágs Skúla, Ítróttaháskúlan í Vági og Fólkaheilsuráðið.



Rørslufagnaðurin
byrjar sum ein rørslugonga ígjøgnum býin, har byrjað verður við Vágs Skúla kl.
11 og øll skúlabørn leggja so leiðina yvir í Marghøllina – gangandi, dansandi,
syngjandi, rennandi – ja í einum rørslufagnaði.



Rørslufagnaðurin
er fyri øll, so øll á leiðini, bæði fyritøkur, feløg, einstaklingar, gomul sum
ung, foreldur við børnum kunnu fara upp í rørslugonguna og koma yvir í
Marghøllina.



Í
Marghøllini verða rørsluspæl, sum Ítróttaháskúlin skipar fyri. Tónleikur er
eisini í Marghøllini. Og bjóðað verður ókeypis frukt og vatn.



Tiltakið
byrjar kl. 11 við Vágs Skúla, tá farið verður yvir í Marghøllina eftir
høvuðsvegnum í Vági. Og tiltakið endar kl. 13.



Øll
eru hjartaliga vælkomin at luttaka í Rørslufagnaðinum í Vági.