Øll skulu hava møguleika at betra um sína sálarligu heilsu

Fólkaheilsuráðið hevur havt eitt samstarv við feløg,
stovnar og kommunur í verkætlanini
ABC fyri sálarliga heilsu
nú í hálvtannað ár. Áhugin fyri okkara arbeiði veksur í hvørjum, og nú hava vit
fingið enn ein nýggjan samstarvsfelaga. Talan er um Javna, ið hevur avgjørt at
vera við. Javni er felagsskapur hjá fólki við menningartarni og familjum
teirra.



Við Javna sum samstarvsfelaga í ABC verkætlanini, fáa vit
enn betri møguleika fyri at røkka fleiri í samfelagnum í strembanini eftir at
betra um sálarligu heilsuna millum føroyingar. Javni sigur soleiðis um, hví tey
avgjørdu at gerast ABC samstarvsfelagi:



“Vit gleðast um at vera komin við í ABC samstarvið.
Boðskapurin í ABC ætlanini er einfaldur, og kann økja um lívsgóðskuna hjá
øllum. Hjá nøkrum er neyðugt at onnur eggja teimum til og stuðla uppundir,
skulu tey fylgja ráðunum. At fleiri seta sjóneykuna á hetta økið í felag er
gott, og økir um møguleikan hjá øllum at fremja sína sálarligu heilsu, uttan
mun til virkisføri”.



Tað er Fía Petersen, dagligur leiðari í Javna og Arnfríð
Patel, skrivstovufólk, ið fara at seta hol á ABC arbeiðið í næstum. “Eg eri spent
uppá at fara undir hetta samarbeiði, og vit ynskja at gera okkara til at ABC
málini røkka út til okkara málbólk. Vit vita, at fólk við menningartarni skulu
ansa serliga væl  eftir síni sálarheilsu,
og tí gevur hetta samarbeiði serliga góða meining fyri okkum“, sigur Fía
Petersen.



Øll kunnu fylgja ABC boðskapinum, ið snýr seg um at vera
virkin, partur av einum felagsskapi og hugbundin í onkrum, sum kann geva einum
innihald í lívinum. “Tað ber til at fylgja ABC boðskapinum uppá alskyns mátar,
alt eftir hvussu títt lív sær út. Tað snýr seg um, hvat gevur meining fyri teg”,
sigur Monika Mohr, ABC verkætlanarleiðari í Fólkaheilsuráðnum. “Fyri onkran
hevur tað týdning at stremba eftir at ganga upp á hvønn fjallatopp í Føroyum,
fyri onnur hevur tað týdning at ganga til línudans, og fyri onnur hevur tað
týdning at onkur stuðlar tær, so tú gerst partur av t.d. einum matklubba ella kann
geva íkast til okkurt, ið røkkur útum teg sjálvan. Alt hetta kann hava góða
ávirkan á sálarligu heilsuna. Øll hava rætt til eina góða sálarliga heilsu, og
saman kunnu vit skapa betri karmar fyri at røkka hesum endamáli”, sigur Monika
Mohr.