Nýggjur føroyskur eftirskúli vil fremja tilvit um sálarliga heilsu

Fyri stuttum varð kunngjørt í fjølmiðlunum, at nýggjur eftirskúli verður á
Sandi. Eftirskúlin eitur
Brúgvin, og
verður í fyrstu atløgu fyri 10. flokk og kemur at halda til í deplinum í
Skálavík. Skúlin skal væntandi byrjað skúlaárið 2020-2021.



Nýggi eftirskúlin er júst blivin partur av samstarvinum í verkætlanini ABC
fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum. “Vit eru sera fegin um, at
arbeiðsbólkurin, sum stendur fyri ætlanini við eftirskúlanum, longu nú hevur
tikið stig til at gerast partur av ABC fyri sálarliga heilsu. Við at koma uppí
ABC samstarvið so tíðliga, fáa tey møguleika fyri frá byrjan at taka sálarliga
heilsufremjandi sjónarmiðið til sín og leggja ætlan fyri, hvussu tey ynskja at flætta
ABC fyri sálarliga heilsu inn í partar av skúlagongdini”, sigur Monika Mohr,
verkætlanarleiðari í ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum. 



Arbeiðsbólkurin aftanfyri eftirskúlan Brúgvin, hevur sjálvur tikið stig til
at gerast partur av ABC fyri sálarliga heilsu, og sigur soleiðis: “Tað er av
stórum týdningi, at ung gerast tilvitað um, hvat er við til at fremja teirra
sálarligu heilsu. Ætlanin er at menna teirra tilvit um týdningin av at vera
virkin likamliga, sálarliga og andliga – og at leggja dent á týdningin av
sosialum sambondum. Somuleiðis verða næmingarnir stuðlaðir í at verða virknir í
virksemi, sum gevur meining fyri tey”. Inga Skaalum Magnussen er ABC samskipari
hjá eftirskúlanum.



Fólkaheilsuráðið gleðist um at fáa ein tílíkan samstarvsfelaga í
verkætlanina. Í løtuni arbeiða vit við ABC fyri sálarliga heilsu í fólkaskúlanum
m.a. gjøgnum okkara samstarvsfelagar SSP og Gigni og við framløgum og smærri
verkætlanum av og á. Nýggja samstarvið við eftirskúlan skapar tó høvi til, at
vit kunnu fáa enn fleiri royndir og vitan um, hvussu ABC fyri sálarliga heilsu
kann gerast partur av skúlagongdini hjá fólkaskúlanæmingum. “Í
skúlaumhvørvinum, í skúlastovuni og millum næmingar og lærarar eru alskyns
møguleikar fyri at vera virkin, styrkja um kensluna av at hoyra til og skapa
meining og innihald í lívinum. Tað er av alstórum týdningi, at vit veruliga røkka
út við ABC boðskapinum til tey ungu og skapa tilvit um góða sálarliga heilsu so
tíðliga sum gjørligt. Tey ungu brúka meginpartin av gerandisdegnum í skúlanum
og tí hevur tað týdning, at tey eisini her læra um atferð, ið er góð fyri
sálarligu heilsuna” sigur Monika Mohr.



Brúgvin luttók á
10. ABC samstarvsfundi



Mánadagin hittust umboð fyri feløg, stovnar og kommunur í ABC samstarvinum
fyri 10. ferð. Síðani Fólkaheilsuráðið summarið 2017 byrjaði at samstarva við
stovnar, feløg og kommunur um ABC fyri sálarliga heilsu, eru fleiri og fleiri
løgd afturat. Brúgvin er nú nýggjasti samstarvsfelagi, men fleiri onnur nýggj
eru eisini komin uppí seinasta árið. Á hesum fundi varð m.a. dentur lagdur á at
samansjóða nýggjar og royndar samstarvsfelagar, eftirmeta ABC vikuna og
næmingar frá Miðlabreytini á Nám X vóru og greiddu frá teirra samstarvi við
Fólkaheilsuráðið um fýra ABC filmar, ið tey hava framleitt.