Nordisk rusmiddel seminar 2019

Í dag og
komandi tveir dagarnar luttaka umboð frá Fólkaheilsuráðnum á Nordisk rusmiddel
seminar, sum verður hildið í Nuuk. Í fjør var Fólkaheilsuráðið vertur fyri hesi
ráðstevnu, sum var hildin í Smæruni í Havn.


Fólkaheilsuráðið
luttekur fyri at tryggja, at vit vera dagførd við nýggjastu gransking á økinum.


Nordisk
rusmiddelseminar (NRS) var á fyrsta sinni í 1984, og hevur síðani verið eitt
felags árligt tiltak, sum er grundað á samstarv millum Danmark, Grønland,
Noregi, Svøríki, Finnland, Áland, Ísland og Føroyar. Tað eru um 40 fólk í hesum
forum, sum eru málsviðgerðar, ráðgevar og fólk, sum taka avgerðir á økjum, ið
viðkoma rúsevnum og rúsevnismisnýtslu. Málið við NRS er at menna
fyribyrgingararbeiðið í norðurlondum:






Eitt aðalmál er
at fremja samstarv ímillum Norðurlond á fyribyrgingarøkinum. Evnini, sum verða
viðgjørd á seminarinum í ár, eru: atgongd og prísir, hvussu sjónligt er alkohol
og marknaðarføring, politiskar rammur, drekkivanar, eldri og alkohol og kannabis
og heilsa.





Rúsdrekka- og rúsevnisstøðan í Føroyum



Á seminarinum
lýsir Fólkaheilsuráðið støðuna og okkara royndir í Føroyum. Vit hava eins og
øll hini londini uttan Danmark og Grønland einkarsølu, sum tryggjar avmarkaða atgongd til
alkohol. Prísstøði er høgt í mun til tey flestu av okkara grannalondum, tó ikki
so høgt, at tað eggjar til ólógligan innflutning ella heimabryggj.
 

WHO vísir á
trý
amboð, sum kunnu minka um søluna av alkoholi og
hetta eru tey amboðini, vit í Føroyum brúka í dag og sum vit tí skulu vera
varin við at broyta: atgongd, prísir og marknaðarføring.





Tað er tó eitt
trýst frá politiskari síðu at gera broytingar soleiðis, at atgongdin gerst lættari.
Fólkaheilsuráðið vísir í hesum føri á, at neyðugt er at halda fast um
einkarsølu meginregluna, tí alt bendir á, at tað er tað, sum riggar.
Fólkaheilsuráðið vísir á, at tess betri atkomuligheitin er, tess meiri verður
selt og hareftir størri nýtsla. Fólkaheilsuráðið mælir til kontrollerandi og
konservativan politikk á økinum og ynskir alla sølu samlaða í einkarsølu,
harímillum verður mælt til, at styrkja einkarsøluna og framtíðartryggja Rúsuna.
Hetta tí, at londini, sum eru umboðað í NRS samstarvinum eru á einum máli um,
at einkarsølur er loysnin. Danmark stendur á síðulinjuni og nærmast øvundar
okkum, sum hava valt hesa loysnina. ESPAD kanningin (European School Survey
Project on Alcohol and Other drugs) hevur serliga víst stóra munin millum
ungdóm í Danmark og hinum londunum í mun til rúsdrekka og rúsevni, har danski
ungdómurin hevur nógv størri nýtslu.
 

Í mun til
politiska trýstið um at broyta verandi skipan, so matstovur kunnu keypa
rúsdrekka inn, metir Fólkaheilsuráðið, at tað hevði verið meira munadygt at
ment og professionalisera samstarvið ímillum Rúsdrekkasølu Landsins og
matstovurnar.





Ynski er
eisini frá politiskari síðu at broyta avgjøld á rúsdrekka og her vísir
Fólkaheilsuráðið á, at tað skal vera rúmprosent alkohol, sum avgerð, hvør nøgd
kann innflytast og hvussu avgjøld skulu setast. Støði skal takast í 1 litri av
rúsdrekka við 45 rúmprosent alkoholi, t.v.s. um rúmprosent alkohol liggur
omanfyri 45 rúmprosent alkohol, vil loyvda nøgdin vera tilsvarandi lægri og
avgjøldini kunnu ásetast eftir sama leisti.
 

Í Føroyum
hava vit eina marknaðarføringslóg, sum ikki loyvir at lýst verður við alkoholi.
Tó síggja vit, at lýsarar brúka hugflog og av og á megna at skáka sær undan
lógini.





Drekkivanarnir
eru broyttir seinnu árini og føroyingar eru farnir at drekka meira vín og minni
brennivín og tað er at fegnast um. Miðalnýtslan hevur verið støðug tey seinastu
árini og í 2017 var miðalnýtslan 6,5 litrar av reinum alkoholi, roknað um til litrar
pr. persón yvir 15 ár. Vit hava tíverri sera fáar kanningar og tí eingi tøl at
vísa til í mun til eldri og alkohol. Sambært Hagstovuni eru 11.645 persónar omanfyri
60 ár í Føroyum. Í ársfrágreiðingini hjá Bláa Krossi sæst, at 14% av teimum,
sum hava verið í viðgerð hjá Bláa Krossi í 2018 vóru omanfyri 60 ár, ið svarar
til 28 persónar.  

Tá ið tað
kemur til Kannabis og heilsu hevur Heilsu- og innlendismálaráðið sett reglur um
nýtslu av kannabis sum heilivág í verk, sum eru galdandi í Danmark.


Fólkaheilsuráðið
samstarvar við SSP, Bláa kross, Rúsdrekkasølu Landsins, Føroya Bjór og Okkara
fyri at fáa fyribyrgingar boðskapirnar út til børn, ung og foreldur.


Fólkaheilsuráðið
arbeiðir áhaldandi við fyribyrging, heilsufremjan og heilsupplýsing, og stuðlar
gransking á heilsuøkinum. Av tí, at virknaðurin av forboð og ávaringum við lyftum
peikifingri er ivingarsamur, leggja vit í Fólkaheilsuráðnum í dag dent á at
upplýsa um, hvussu vit fáa eitt sunt og gott lív og brúka minni orku uppá at
upplýsa um, hvat skapar óheilsu.



Verkætlanirnar
sum Fólkaheilsuráðið arbeiðir við í løtuni eru: