Nordisk Rusmiddel Seminar 2018

 

Fólkaheilsuráðið skipaði fyri Nordisk Rusmiddel Seminar 2018

Nordisk
rusmiddel seminar 2018 hevur verið í Føroyum í ár. Fólkaheilsuráðið var vertur
fyri seminarinum, sum landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálaráðnum,
Sirið Stenberg, setti mikumorgunin 22. august. 40 fólk úr teimum ymisku norðurlondunum,
Grønlandi, Íslandi, Finlandi, Norra, Svøríki, Álandi, Danmark og Føroyum hava
verið savnaði fyri at umrøða fyribyrgjandi arbeiðið á alkohol og rúsevnis økinum.
Seminarið hevur verið sera áhugavert og gevandi og endaði á middegi í dag. Hesaferð
hevur dentur verið lagdur á støðuna millum børn og ung, har evnini vóru:







Granskingin
vísir týðiliga, at fyribyrgjandi arbeiðið riggar og vit eru væl við í Føroyum.
Tí skulu vit halda fast um tær verkætlanir, sum vit longu nú arbeiða við. Tó
liggja Føroyar á næst síðsta plássinum í norðurlondum, tá ið tað snýr seg um
aldur fyri nær ein byrjar at drekka alkohol, so her hava vit nakað at arbeiða
við, tí vit síggja, at tað hava onnur megnað at broytt í størri mun enn vit í
Føroyum.