Meldið til teknikapping

 

Í sambandi við Altjóða
Tubbaksfría dagin
t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og
ung:



a.      Børn yngri enn 7 ár



b.      7-10 ár



c.      11-14 ár



 



Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær
hvør vinnari kr. 500 í virðisløn.



 





 



“Royking stinkar”



“Roykfrítt rokkar”



“Hvussu kanst tú
siga nei til sigarettir?”



           
“Royking er oyðsl av pengum”           



 



Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja
út.



Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í
seinasta lagi 23. mai kl. 12. Besta myndin í hvørjum bólki verður víst á
heimasíðuni
www.folkaheilsa.fo.



 



Karsten Hansen, landsstýrismaður handar virðislønirnar í
SMS leygardagin 31. mai kl. 13, har allar myndirnar verða vístar fram sama dag.



 



Vit vóna, at tit fara at taka væl undir við kappingini.



 



Tekningarnar skulu sendast til:            Fólkaheilsuráðið



     J.C. Svabosgøta 43



100 Tórshavn