Lívsnøgdsemi - 2013

LÍVSNØGDSEMI - kanning á vári 2013

Pdf-útgávuna fæst niðast á síðuni:

“Tað góða lívið.  Fólkaheilsuráðið setti sær í fjør (2012) fyri at
kanna, hvussu føroyingar trívast í Føroyum. Til endamálið valdi FHR at nýta
kanningina “Better life initiative” hjá OECD. Vit kunnu í stóran mun fegnast um
úrslitini av kanningini, sum seta Føroyar á fremstu røð innan fleiri av teimum
ellivu økjunum, sum kanningin setir sjóneyku á. Innan fýra av ellivu økjum
liggja Føroyar á fyrsta plássi. Innan onnur trý øki liggja Føroyar millum trý
tey ovastu londini, umframt at vit á sjey øðrum økjum eru millum fremstu lond.
Innan tvey øki megna vit kortini ikki at vera við millum tey fremstu. Hetta er
innan inntøku og útbúgving. Herfyri skýrdi OECD Australia sum heimsins
eydnusamasta land, og nøkur av okkara grannalondum vóru ímillum tey tíggju
eydnusamastu londini í heiminum.  Við
hesum úrslitinum kunnu vit tískil vænta, at vóru Føroyar partur av hesi alheims
kanning, so lógu vit eisini millum hesi lond”.