Levi var hepni vinnarin

Levi vann ein iPad air, sum Fólkaheilsuráðið lutaði út.



Hepni vinnarin í sambandi við Kostverkætlanina hjá
Fólkaheilsuráðnum seinastu fimm vikurnar var vágbingurin Levi Kirke Djurhuus.
Levi er 13 ára gamal og gongur í 6. flokki. Í frítíðini dámar Levi væl at spæla
guittar, hann far eisini undirvísing á ljóðførinum.



Kostátakið, sum hevur verið bæði í Havnini og á Tvøroyri, hevur
verið sera væl eydnað. Kundin hevur verið drigin inn í átakið, og soleiðis
verið virkin og svarað spurningum, umframt at fáa høvi til at smakka eitthvørt
í sambandi við tey temu, sum hava verið tær ymisku vikurnar. Á skránni var
fullkorn, soltið kjøt, frukt og grønt, fiskur og til seinast tað søta.



Vit ynskja Levi til lukku við vinninginum.