Klaksvíkar kommuna setir ABC fyri sálarliga heilsu á breddan í sambandi við Ung í arbeiði

Klaksvíkar kommuna, ið er samstarvsfelagi í verkætlan
okkara, ABC fyri sálarliga heilsu, skrivar í tíðindaskrivi í dag, at tey við verkætlanunum
hjá sær, ABC fyri sálarliga heilsu og Ung í arbeiði, samstarva um at varpa ljós
á sálarliga heilsu í gerandisdegnum. Umframt at kunna tey ungu um sálarliga
heilsu, fær ABC krabbagággan hjá okkum við hesum átaki og hugflogi nýtt lív, ið
kann røkka enn fleiri borgarum, og tað fegnast vit um.



Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni:



SÁLARHEILSA EISINI Á BREDDAN Í SAMBAND VIÐ UNG Í ARBEIÐI



Sum samstarvspartur í verkætlanini ABC fyri sálarliga
heilsu, varpar Klaksvíkar kommuna ljós á sálarheilsu. Hesaferð ígjøgnum
verkætlanina Ung í arbeiði.



ABC fyri
sálarliga heilsu tekur útgangsstøði í gerandisdegnum við boðskapinum um at vera
virkin, saman og hugbundin, og verkætlanin hevur m.a. kastað ABC-krabbagogguna,
sum er eitt amboð til at seta í gongd tankar og samrøður um sálarheilsu, av
sær. Á ABC-krabbagogguni eru átta spurningar skrivaðir, ið tú kann seta tær
sjálvum ella øðrum rundan um teg í gerandisdegnum. Tað eru hesir spurningarnir,
sum í ár eru partur av Ung í arbeiði verkætlanini.



Ung arbeiða saman við ABC fyri sálarheilsu 

Í ár hevur Ung í arbeiði eina høvuðsstøð ið kallast Verkstovan. Verkstovan er
eitt stað, har ungu luttakarinir gjøgnum summarið hava møguleika at savnast um
hugnaliga samveru, prát um arbeiðsdagin og at luttaka í ymiskum virksemi.
Virksemið í Verkstovuni miðar ímóti at gera unga borgaran sjónligan í
býarmyndini, samstundis sum at virksemið hevur virði fyri fjøldina. Í løtuni
gera tey ungu m.a. serliga litføgur busskeltir til býarbussin, sum í summar
verða sett upp á bussteðgistøðunum í Klaksvíkar kommunu. 



- Ein liður í at fáa boðskapin hjá ABC fyri sálarliga heilsu út, er at innlima
ABC í tað virksemið, sum longu er í Klaksvík. So tá ið eg frætti, at ung í
Verkstovuni vóru í gongd við at gera serlig skelti til bussleiðina, helt eg tað
vera upplagt, at tvær verkætlanir hjá Klaksvíkar kommunu, ABC fyri sálarliga
heilsu og Ung í arbeiði, samstarvaðu um sálarliga heilsu í gerandisdegnum. Vit
gjørdu tí avtalu um at flætta spurningarnir frá ABC-krabbagogguni uppí
skeltingina hjá Ung í arbeiði, soleiðis at hesir verða sjónligir í býarmyndini,
sigur Anja Olsen, sum umboðar Klaksvíkar kommunu í ABC-samstarvinum. 



- ABC verkætlanin snýr seg um gerandisdagin, og at bíða eftir bussinum er
eisini ein partur av gerandisdegi okkara. Og tá er tað jú upplagt at seta sær
sjálvum ella einum øðrum, sum eisini bíðar eftir bussinum, ein spurning frá
ABC-krabbagogguni, sum nú verður at finna á litføgru busskeltunum, t.d.
spurningin: “hvar finnur tú møguleikan at fordjúpa teg?” ella: ”nær gjørdi tú
seinast okkurt gott fyri onnur?”, leggur Durita Samuelsen, samskipari av Ung í
arbeiði afturat.



ABC vitjaði í Verkstovuni

Ung í arbeiði verkætlanin snýr seg um at læra tey ungu í Klaksvíkar kommunu um
arbeiði, og boðskapurin um sálarliga heilsu er ikki minst galdandi á
arbeiðsplássum, har nógv okkara brúka størsta partin av gerandisdegnum. Umframt
samstarvið um busskeltini, var Anja Olsen tí á vitjan í hugnaligu hølunum í
Verkstovuni mikudagin, har hon greiddi teimum ungu frá ABC og sálarheilsu í mun
til arbeiði.



Øll tey ungu sum eru við í Ung í arbeiði verkætlanini í ár, eru vælkomin í
Verkstovuna hvønn gerandisdag frá kl.14 – 16, í tíðarskeiðinum 2. juli – 10.
august.