Kenslan av meining í lívinum hevur samband við eina røð av jaligum heilsuúrslitum

Í okkara verkætlan ABC fyri sálarliga heilsu eru tríggir boðskapir: A) ver virkin B) ver saman og C) ver hugbundin. Boðskapurin “ver
hugbundin” merkir at vera uppií onkrum, ið gevur tær endamál og meining í
lívinum. Tað hevur ikki so stóran týdning, hvat gevur tær endamál í lívinum,
men tað hevur týdning at tú finnur tað onkrastaðni.



Vaksandi tal av
gransking innan økið vísir, at kenslan av meining í lívinum hevur samband við
eina røð av jaligum heilsuúrslitum. Nýggj gransking vísir eisini, at tess meira
meining vit síggja við lívinum, tess fleiri jaligar broytingar uppliva vit í
lívinum. Broytingarnar hava bæði samband við heilsu, sosialt virkni, sálarligar
og kensluligar upplivingar, fíggjarliga vælferð, at sova gott og tíðina vit
brúka uppá ymiskt virksemi.



Granskingin vísti
eisini, at tey sum kendu mest meining í lívinum, høvdu góð sosial sambond og
vóru sosialt virkin í mentanarligum virksemi og sjálvbodnum arbeiði.
Sannlíkindi vóru eisini minni fyri at hesi fólkini vóru einsamøll.



Boðskapurin er
týðuligur; Tað hevur týdning at vit blíva við at halda okkum sosialt virkin,
eisini tá vit gerast eldri. 



Tú kanst lesa meira um granskingina her.