Karsten handar virðislønir

Karsten Hansen handaði í dag virðislønir í
sambandi við teknikappingina hjá Fólkaheilsuráðnum.



Landsstýrismaðurin í Heilsumálum handaði í dag fýra børnum, sum hvør hevði
vunnið í sínum bólki teknikappingina, ið Fólkaheilsuráði skrivar út á hvørjum
ári, gávukekk uppá fimmhundrað krónur. Inn vóru komnar umleið 900 tekningar úr
øllum landinum, frá einstaklingum, barnagørðum og heilum skúlaflokkum. Tað vóru
Lynn Reveal og Ólavur Jøkladal, sum skipaðu fyri kappingini. Formaðurin í
Fólkaheilsuráðnum setti løtuna og gav orðið og pallin til landsstýrismannin í
heilsumálum.



Karsten Hansen segði í taluni í sambandi við handanina, at hann var
ógvuliga fegin um at vera við í tiltakinum í dag, sum var á torginum í SMS, har
nógv fólk var samankomið. Landsstýrismaðurin hevði tikið sær stundir at koma
allan vegin suður til Havnar at handa hesum børnum virðislønirnar, tey høvdu
vunnið. Hann nevndi í taluni, at tað gjørdi hann fegin, og at tað lá honum á
hjarta at eggja børnum til eitt roykfrítt lív. Við handanina var tað sera gott
at síggja ráðharran møta børnunum í eygnahædd.



Yvirfyri tí elsta aldursbólkinum, sum fingu gávur handaðar, legði hann dent
á, at tey vóru júst málbólkurin hjá Heilsumálaráðnum. Hesin árgangurin skal
ongantíð byrja at roykja. Í hesum bólki er 2000 árgangurin, sum ein av
vinnarunum liggur nærmast við, nevniliga Valdemar Bláhamar, sum er 12 ára gamal
og úr Miðvági. Næst eftir honum var tað Bára Ellefsen 11 ára gomul av Signabø,
sum fekk virðisløn í sama aldursbólki. Fólkaheilsuráðið hevði valt at geva tvær
virðislønri í hesum aldursbólki, av tí at so nógv fokus er á henda aldursbólk í
arbeiði ráðsins.



Tað er týðiligt, at landsstýrismaðurin gongur heitt inn fyri sakini, tað
sást í sambandi við handanina og hoyrdist eisini av tí, hann segði. Hinir báðir
vinnararnir vóru Shana Debes 10 ára gomul og úr Sørvági og Sóley Maria Petersen
6 ára gomul úr Fuglafirði.



Øll tiltøk hjá Fólkaheilsuráðnum móti royking eru við til at minka um
roykingina í landinum.
Tubbaksnýtslan í Føroyum er støðugt fallandi, tað vísa sølutølini og
eisini sæst hetta í seinastu uppgerðini fyri innflutningi av tubbaki. Hetta
verður fegnast um í Fólkaheilsuráðnum.