Í Avstralia verður varpað ljós á føroyska arbeiðið

Fólkaheilsuráðið hevur nú í 2,5 ár arbeitt við eini avstralskari verkætlan,
sum í Føroyum hevur fingið heitið “ABC fyri sálarliga heilsu”. Upprunaliga
heitið er “Act-Belong-Commit”.



Vit hava samstarvað við bæði Avstralia og Danmark um hesa verkætlan síðan
vit byrjaðu, og senda teimum tí av og á eftirmetingar frá okkara arbeiði. Eftir
at hava sent teimum eina eftirmeting síðst í juni við nøkrum myndum frá okkara
seinasta arbeiði, vóru tey í Avstralia so bergtikin, at tey ynsktu at varpa
ljós á føroyska arbeiðið við ABC fyri sálarliga heilsu, sigur Monika Mohr,
verkætlanarleiðari fyri ABC fyri sálarliga heilsu í Fólkaheilsuráðnum.



Hetta hevur ført við sær, at tey hava lýst við okkara arbeiði á øllum
teirra miðlum. Eitt langt skriv liggur á teirra heimasíðu, og tey hava sent
øllum sínum samstarvsfeløgum hetta skriv, og teir eru nógvir í tali. Eisini
hava tey gjørt skriv um eitt konkret føroyskt ABC átak, Rørslufagnaðin, ið tey
hava lýst við á Instagram og Facebook. At tey halda at okkara arbeiði er
somikið áhugavert, at tey vilja varpa ljós á tað í so stóran mun, eru vit
ómetaliga fegin um sigur Monika Mohr.



Vit eru eitt av fýra londum, sum arbeiða við hesi verkætlan uttanfyri
Avstralia og tað er stuttligt at verða eitt av teimum fyrstu, ið tillaga
verkætlanina til eitt so lítið samfelag sum okkara. Møguliga kunnu aðrir
samstarvsfelagar í øðrum londum fáa íblástur, og hetta er eisini við til at
skapa vitan og vísa á, at verkætlanin er vælegnað til lítil lond og samfeløg,
sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Magni Mohr frøðist um, at
ABC-verkætlanin er høgt raðfest í nýggju heildarætlanini fyri sálarliga
heilsufremjan, sum varð handað landsstýriskvinnuni í heilsumálum í fjør.



Tú kanst lesa Avstralsku greinina um hvussu ABC fyri sálarliga heilsu kom
upp í lag í Føroyum og um arbeiðið seinastu árini her.