Heilsuundirvísing á fótbóltsvøllinum mennir munandi um heilsustøðuna hjá gentum

Gentur fáa lægri blóðtrýst, størri vøddar, betri
javnvág og gerast sterkari, tá skúlin setur fótbóltsvenjing og
heilsuundirvísing á tímatalvuna – eisini gentur, sum ongantíð hava vant fótbólt
fyrr.

Lest tíðindaritið



Kanningarnar
í Danmark, Afrika og Suðuramerika vísa, at 11
for Health
konseptið
betrar heilsuprofilin hjá 10-12 ára gomlum børnum,
betrar kognitivar førleikar og innlæring, umframt sosialan trivnað. Eisini hava
vit víst, at frálæran mennir vitanina um heilsu hjá børnunum, har tey fáa betri
vitan um rørslu, kost, reinføri, sálarliga heilsu og ringar vanar sum royking,
rúsevni og alkohol. Í føroysku kanningini vísa vit aftrat hesum, at
fótbóltssmáspøl eru inkluderandi og menna heilsuna hjá gentum við og uttan
fótbóltsroyndir, sigur Magni Mohr leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og
Almannagransking og formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Filmsklipp av Tórsvølli