Hvat er sálarlig heilsa?




Fólkaheilsuráðið hevur sett sálarliga heilsu á breddan, við eitt nú átøkum
sum SUNN SINN og ABC fyri sálarliga heilsu. Tað kann tó vera ógreitt, hvat sálarlig
heilsa er, tí sálarlig heilsa kann lýsast á ymiskan hátt. Fólkaheilsuráðið
lýsir, eins og WHO og Sundhedsstyrelsen, sálarliga heilsu á henda hátt:




Sálarlig heilsa er ein støða av
trivnaði, har tú sum menniskja kanst menna og royna tíni evni, handfara
avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, vera partur av jaligum sosialum
sambondum og megnar at geva íkast til felagsskapin.




Sálarlig heilsa er annað og nógv meira, enn bert at halda sálarsjúku burtur.
Sálarlig heilsa er eitt jaligt hugtak, og hetta verður lagt dent á í
allýsingini hjá WHO um heilsu: Heilsa er
ein støða av fullkomiligari likamligari, sálarligari og sosialari vælveru, og
ikki bert at sjúka verður hildin burtur.
Sálarlig heilsa er sostatt ikki
eitt nýtt heilsuhugtak, men ein partur av yvirskipaða heilsuhugtakinum hjá WHO,
á sama hátt sum likamlig heilsa. Fólkaheilsuráðið arbeiðir við at varpa ljós á
sálarliga heilsu, eins og likamliga heilsu, tí tað hevur eins stóran týdning,
at vit hava tað gott, trívast og virka í gerandisdegnum – hava eina góða
sálarliga heilsu – eins og vit hava eina góða likamliga heilsu. Sálarlig heilsa
fremur lívsgóðskuna, og virkar móti tunglyndi og angist.



Hugtakið sálarlig heilsa hevur tvær dimensjónir, ið báðar hava týdning:





Sálarlig heilsa snýr seg um upplivingina; at vera nøgdur við seg sjálvan og
egið lív, og snýr seg eisini um virkni; at virka væl í gerandisdegnum í samspæl
við onnur.



Hóast vit omanfyri greiða frá hvat sálarlig heilsa snýr seg um, kann vera
torført at vita hvussu tú kanst fremja tína sálarligu heilsu. Við
menningarverkætlanini ABC fyri sálarliga
heilsu
fer Fólkaheilsuráðið komandi tíðina at varpa ljós á sálarliga
heilsufremjan sum eitt jaligt hugtak. Við hesi verkætlan fært tú nøkur ítøkilig og einføld boð, um hvussu tú
kanst fremja og styrkja tína sálarligu heilsu, og hvussu samfelagið sum heild
(kommunur, feløg og onnur) kann vera við til at skapa góðar karmar fyri hesum. Á
henda hátt kunnu vit í felag, vera við til at fremja sálarligu heilsuna hjá
føroyingum.