Heilsa og trivnaður hjá skúlaungdómi


Fólkaheilsuráðið setir
fokus á skúlaungdóm, har børnini fáa undirvísing í heilsu, tó ikki í
skúlastovuni ella uppi frá talvuni, men á fótbóltsvølli. Tey fáa eitt breitt
innlit í heilsutættir, meðan tey fremja fysiska venjing. Pilotkanningar hava
víst, at børnini bæði betra likamligu heilsustøðuna, fáa meira vitan um heilsu
og stimbra sosiala trivnaðin.


Hetta er ein
granskingarverkætlan, sum verður gjørd í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya
og Fótbóltssamband Føroya, umframt altjóða fótbóltssambandið FIFA og Syddansk
Universitet. Tað eru 5. Flokkar úr 12 ymiskum skúlum kring landi og íalt meira
enn 400 børn, sum eru við í hesi verkætlan.