Heilsa á ferð í Eysturoy

Fólkaheilsuráðið ger í løtuni kanningar
kring landið. Hesa vikuna kanst tú verða kannaður fyri KOL / Typa2 diabetes í
Eysturoy. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund
føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í
Diabetes kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.



 



Hesa vikuna og fyrst í næstu viku verða
kanningarnar gjørdar í Eysturoy. Hetta fer fram á Læknamiðstøðini í Runavík. Í
síðstu vikur vóru kanningar gjørdar í Klaksvík, har meira enn hundrað fólk meldaðu seg til.





Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av,
at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini,
samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.





Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu
vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði
hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri
at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar
komplikatiónir og fylgisjúkur.





Ráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk
obstruktiv lungnasjúka), ella “Roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt.
Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa
hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at
fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20
sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein
ávísan mun hava við sær KOL.

Melda til kanning á telefon: 515155 millum 10 og 16