Frískligt vár

Nú fer Fólkaheilsuráðið aftur at bjóða
roykjarum at melda seg til sms-skipanina
til at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan at roykja. Sum áður verður tað so,
at tú fært eini stimbrandi
sms-boð yvir fartelefonina, hetta verður dagliga í tann fyrsta mánaðin, og
hareftir tvey sms um vikuna! Átakið er í
sambandi við, at altjóða tubbaksfríi dagurin nú stundar til.

Melda til við at senda eitt sms við tekstinum: gevst til
1919.

Tað
var í januar í ár, at fór Fólkaheilsuráðið undir at bjóða roykjarum at melda
seg til ein nýggjan hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan at roykja.

Tað
var í november í fjør at fyrireikingarnar til átakið, sum skuldi minka um
roykingina í landinum, fór í gongd. Hetta var gørt sum eitt tilboð til allar roykjarar,
at møguligt skuldi vera at melda seg til eina sms-skipan, har roykjarin, sum
vildi leggja av, fekk eini sms-boð við einum stimbrandi boðskapi í tveir
mánaðir. Fólk kundu melda seg til nakrar dagar undan stóra degnum, og tey fingu
síðani javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, ið stuðlaði teimum í at halda fast
við sína avgerð.

Roykiátakið hevur havt so stóra vælvild millum fólkið og
undirtøkan hevur verið sera góð. Tilmeldingarnar vóru nakað meira enn túsund í
tali, og leystliga hava vit mett, at eini sekshundrað hava fulført ført
ætlanina um at leggja av.

 
Hetta
meta vit útrá, at hátturin hevur verið nógv royndur uttanlands og við góðum
úrslitum. Cochrane Institute hevur gjørt kanningar og metingar av slíkum
tiltøkum, og tey eru komin eftir, at umleið helvtin av teimum, ið melda seg til
átak sum hetta, gerast roykfrí.
Tó skal tað fyrivarni
takast, tá eingin kanning er knýtt at átakinum, og ilt er at meta um, hvussu nógv
koma ígjøgnum roykfrí í hinum endanum.


Ein onnur
ábending er innflutningur av tubbaki, men her er so mikið av tíðarmuni millum
veitingarnar, sum koma higar til lands, og tíðarskeiðið, tá sjálv sølan fer
fram, so tað er ikki tað, tú í fyrstu atløgu kanst brúka til at gera metingar
eftir, hvussu stórt brúkið av tubbaki er.


Harafturímóti er sølan
av tubbaki verd at hefta seg við, tá krambúðir og samtøk annars hava neyv
hagtøl yvir søluna. T.d. hava vit fingið ábendingar frá einum samtaki, at sølan
av tubbaki hjá teimum er farin rættiliga nógv niður, tá hugt verður at tølunum
frá viku 1 til viku 9 í ár. Her er sølan minkað við meira enn 10 prosentum fyri
hetta tíðarskeiðið. Tó skal tað fyrivarni nevnast, at hetta er bert fyri tveir
av handlunum í einum av teim stóru samtøkunum, sum eru ávikavist í Klaksvík og
Havnini, men hetta er ivaleyst umboðandi fyri søluna sum heild fyri hetta
tíðarskeiðið, men tað vita vit kortini ikki. Vit gleðast sjálvandi um hesa
afturgongd í søluni hjá krambúðunum og vóna, at tær fara at selja so mikið
meira av frukt og grønmeti í staðin. Í hvussu so er, mæla vit fólki til at seta
okkurt gott í staðin fyri tubbakið – her er frukt og grønmeti eitt gott boð.
 
sms-boð:
·        
Tað kann vera, at tú
ikki følir teg betur. Men tú hevur tó meira luft og betri kondi, tí blóðið er
nú reinsað fyri koltvíiltu.
·        
Andin hjá tær er blivin
frískari, og andlitið hevur fingið betri dæmi. At gevast at roykja steðgar
rukkunum, og húðin gerst ikki so skjótt gomul.
·        
Hostin um morgunin og
slímið í hálsinum er næstan burtur. Tú kennir tað, sum tú hevur tak á tí.
óført!

·        
Hvørt einasta ár gevast
umleið 1000 føroyingar at roykja. Í ár ert tú ein av teimum. Til lukku við tí
J