Frásøgn frá 7. fundi um rúsevnisstøðuna í Føroyum 23. oktober 2012

Samanumtikið tykist tað sum, at narkotika
innflutningurin er vorðin meira professionelt skipaður, mettur útfrá
innflutningshættunum og slagi av kurérum. Innflutningstølini eru eitt sindur
hækkað í ár í mun til undanfarin ár, hvat hasji viðvíkur, og so er talið av
hasjplantum, sum funnar eru í landinum, stórliga vaksið. Løgregla og tollvald
mettu, at tann orka, sum verður sett av til narkotikafyribyrging hjá teimum, er
á góðari leið, tá sammett verður við onnur umráði, sum eisini eru álvarslig
fyri samfelagið.

Heinta fundarfrásøgn í PDF-fílu.