Fólkaheilsuráðið: Væleydnaður samstarvsfundur

Sætti fundur fyri samstarvsfeløgum í
verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu varð hildin mikudagin 29. november, og umleið
20 umboð fyri samstarvsfelagar kring landið vóru savnaði í fundarhølunum hjá
Heilsu- og Innlendismálaráðnum í Tórshavn.



Endamálið við fundinum var at fáa kunning,
undirvísing og møguleikan fyri at kjakast og hugleiða um arbeiðið við
verkætlanini. “Tað var spennandi at frætta og eftirmeta, hvussu teir ymsu
partarnir hava brúkt ABC fyri sálarliga heilsu í teirra virksemi og hvørjum
leisti, tey fara at arbeiða eftir framyvir” sigur Monika Mohr, ABC-verkætlanarfólk í Fólkaheilsuráðnum, sum hevur leitt ABC verkætlanina í skjótt 2 ár. Nýggjastu
samstarvsfelagarnir; Ergoterapeutfelagið, Barna- og ungdómspsykiatriska toymið og
Fysioterapeutfelagið vóru við fyri fyrstu ferð, og hetta var tí ein sera góð ABC-innleiðsla
hjá teimum. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, gleðist um at nýggir
samstarvsfelagar leggjast afturat, og sigur at ABC-arbeiðið fyri sálarliga
heilsufremjan nú er útbreitt til nærum alt landið har sera fjølbroyttir stovnar
arbeiða saman. Hetta ger at arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum verður munandi meira
munadygt. 



Eitt av høvuðsevnunum hesaferð var sálarlig
heilsa og náttúra, og hvussu náttúran kann betra um sálarliga heilsu. Umframt Fólkaheilsuráðið,
legði eitt umboð fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag  fram um týdningin av grønum býarrúmum, og
hvussu náttúran kann virka sum eitt umráðandi heilsufremjandi amboð. Eisini varð
tikið samanum ABC vikuna, sum var í oktober, og sum heild vóru allir
samstarvsfelagarnir væl nøgdir við virksemið og hildu, at ABC fyri sálarliga
heilsu var sera sjónligt hesa vikuna.



Nú 2018 skjótt er farið aftur um bak, verður
spennandi at fylgja við, hvussu ABC fyri sálarliga heilsu kann menna seg
soleiðis, at vit í felag kunnu virka fyri at røkka enn fleiri í 2019.



Fyri gjøllari kunning um ABC verkætlanina,
trýst her.