Fólkaheilsuráðið mælir frá víðkaðari atgongd til rúsdrekka

Fólkaheilsuráðið hevur í hoyring í Vinnunevndini hjá
Løgtinginum mælt frá, at bryggjaríini fáa loyvi til at selja sína egnu
framleiðslu í egnum sølustøðum kring landið.



Talan er um Løgtingsmál nr. 17/2018, sum snýr seg um at
broyta verandi lóg soleiðis, at bryggjaríini kunnu selja alla sína framleiðslu
á egnum sølustøðum; hetta mælti Fólkaheilsuráðið frá í hoyringini.



 



Grundgevingar



Atgongd



Fólkaheilsuráðið vísir á, at tess betri atgongd er til
rúsdrekka, tess meiri verður selt og hareftir meiri drukkið.  Fólkaheilsuráðið mælir tí til varnan politikk
á hesum øki, har eitt avgerandi amboð er søla samlað í einkarsølu. Fólkaheilsuráðið
vil heldur styrkja einkarsøluna og framtíðar tryggja hana og heldur, at einkarsølu
meginreglan skal varðveitast.



Sum er, er tað nøktandi við teimum støðum, har Rúsdrekkasøla
landsins longu er. Eingin hevur longri enn ein hálvan tíma til nærmasta
sølustað.



 



Fólkaheilsuráðið við
í Norðurlendskum samstarvi



NRS – Nordisk Rusmiddel Seminar, sum  Fólkaheilsuráðið er partur av, er umboðað av
øllum norðurlondum. Felagsskapurin hittist árliga fyri at umrøðu
fyribyrgingararbeiðið í sambandi við m.a. rúsdrekka. NRS er á einum máli um, at
einkarsølur í londunum er hin frægasta loysnin, soleiðis at søla og nýtsla
verða tálmað, umframt at eftirlitið við nýtsluni er lættari. Tí eiga við at
varðveita einkarsølugrundregluna.



 



7 – 14 tilmæli



Fólkaheilsuráðið hevur bert heilsulig atlit í málinum. Viðvíkjandi
tilmæli um nøgdir, sum í mesta lagi er ráðiligt at drekka, vísir gransking 7
alkoeindir um vikuna fyri kvinnur og 14 alkoeindir fyri menn. Her er talan um eitt
vísindaligt grundarlag fyri tilmælinum. Hetta tilmælið kemur møguliga at verða
strammað enn meiri í komandi tíðum, tí nýggj gransking vísir møgulig skaðilig
árin av minni alkoholnýtslu enn gomlu tilmælini vísa til. Ovurnýtsla av
rúsdrekka kostar eisini heilsuverkinum í hinum endanum í viðgerð av sjúkum sum t.d.
krabbameini og øðrum fylgisjúkum.



 



Fólkaheilsuráðið