Fólkaheilsuráðið fegnast um frítíðarkortið, sum Runavíkar Kommuna var fyrsta føroyska kommunan at deila út til sínar ungu borgarar

 Runavíkar
og Nes Kommuna hava nú avgjørt at veita sínum ungu borgarum eitt
frítíðarkort, sum gevur teimum betri møguleikar fyri
frítíðarvirksemi av alskyns slag. Skipanin er kend úr Íslandi,
har royndirnar tykjast vera sera góðar, tá ið talan er um
fyribyrgjandi arbeiði á heilsuøkinum. Tí er gleðiligt, at
føroyskar kommunur nú taka ein meira virknan lut í at tryggja
øllum atgongd til ein sunnan og mennandi frítíðarfelagsskap. “At
øll børn og ung fáa javnbjóðis fyritreytir at taka lut í
frítðiðarvirksemi og gerast partur av einum sterkum, sosialum og
sunnum felagsskapi, er heilt avgerandi í sambandi við fyribyrgjandi
arbeiði fólkaheilsuni at frama”, sigur Magni Mohr, formaður í
Fólkaheilsuráðnum. At styrkja um møguleikarnar hjá fleiri at
gerast partur av felagsskapinum, sum frítíðarfeløgini veita, er
eisini í tráð við grundreglurnar í verkætlanini ABC fyri
sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið hevur arbeitt við
seinastu árini. “Flestu frítíðartilboðini eru kommunal
ábyrgdarøki, tí kommunurnar eiga vøllir, hallir og bygningar, har
hetta virksemið fer fram, og tí eiga kommunurnar eisini at tryggja,
at allir borgar hava javnbjóðis møguleikar fyri at taka lut í
frítíðarvirksemi, sum passar til teirra”, sigur Magni Mohr.
Runavíkar Kommuna hevur nú víst vegin fyri hinar kommunurnar, og
vónandi fara aðrar kommunur at veita sínum ungu borgarum somu
fyritreytir fyri einum ríkum og fjølbroyttum frítíðarlívi.





Fólkaheilsuráðið