Ert tú til reiðar at byrja av nýggjum?

ÓKEYPIS HJÁLP TIL AT LEGGJA AV


Fá stuðul, tá tú leggur av


Í 2013 fer Fólkaheilsuráðið at bjóða roykjarum at melda seg til ein nýggjan hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur avgjørt, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.


 


Ókeypis átak


Tú kanst melda til á telefon nummar 1919 og skriva "gevst", og tú fær sms-boð yvir teir næstu tríggjar mánaðirnar. Tað er ókeypis at fáa sms-boðini frá okkum.


Til ber at melda frá á telfon nummar 1919 og skriva "gevst strika".