Eitt heilsu- og trivnaðarátak

 

Eitt heilsu-
og trivnaðarátak


Kanningar í
grannalondum okkara vísa, at meiri ítróttur í skúlanum og dagstovnum hevur
jaliga heildar ávirkan á lívsgleðina hjá børnum og ungum, umframt jaliga
ávirkan á innlæringsevnini, á konsentratiónsevnini.





Ítróttarløta í Vágs
skúla og í Eikilund hvønn dag

Skipaðan ítrótt í 15 minuttir hvønn dag í 2. flokki í Vágs
skúla og fyri barnagarðsbørn í Eikilund



 



Í farnu
viku varð gjørt av, at ítróttarbreytin í Vágs skúla komandi skúlaár verður
víðkað til, umframt at fevna um 8. og 9. flokk, eisini at fevna um 6. og 7.
flokk. Steðgað verður ikki har, tí nú verður sett enn meiri fokus á ítrótt í
Vágs skúla og hartil eisini í dagstovninum Eikilund, við skipaðum ítrótti hvønn
dag.



 



Bakgrund



Kanningar í
Føroyum vísa, at børn og ung í Føroyum, eins og í restina av vesturheiminum,
gerast alsamt meiri yvirvektig, at tey viga ov nógv í mun til hædd og aldur.
Kanningar staðfesta eisini, at ein lutfalsliga stórur partur av føroyskum
børnum stríðist við ovurfita.



 



Við ovurfita hjá
børnum fylgja fleiri heilsuligir trupulleikar, t.d. diabetis2 og knogleskørhed
á ungum aldri, men tað fylgja eisini nógvir sosialir trupulleikar við ovurfita.



 



Børn við ovurfita
verða í størri mun enn onnur happaði, bæði orsaka av kropsbygnaði og orsaka av,
at tey ikki, í sama mun sum onnur, eru før fyri at luttaka í skipaðum ítrótti
og rørsluligum leiki.



 



Manglandi
luttøkan í skipaðum ítrótti og/ella í rørsluligum leiki í frítíðini førir
eisini við sær, at tey ikki í sama mun gerast partur av sosialum bólkum við
javnaldrar, og tískil verða meiri og meiri isoleraði. Hetta hevur stóra ávirkan
á lívsgleðina og lívskvalitetin í barna- og ungdómsárunum. Og hevur sostatt
eisini stóra ávirkan á, um tú hevur góð ella ring barna- og ungdómsár.



 



Av somu orsøk
mugu avbjóðingarnar við ovurfita millum børn og ung eisini takast í álvara.
Hetta eru avbjóðingar, sum er kring alt landið, og Vágs kommuna hevur nú sett
sær fyri at gera nakað við hesar avbjóðingar.



 



Ítrótt hvønn
dag í Vágs skúla og í dagstovninum Eikilund



Vágs kommuna
hevur í góðum samstarvi við Vágs skúla og dagstovnin Eikilund skipað fyri, at
skipaður ítróttur verður í Vágs skúla og í dagstovninum Eikilund hvønn dag.



 



Hetta er eitt
átak, sum vit nevna Ítróttarløtan.



 



Í Vágs skúla
verður talan um eina royndarverkætlan, sum byrjar komandi skúlaár, har 2. flokkur
í Vágs skúla skúlaárið 2014/15 fer at hava ítrótt í 15 minuttir hvønn dag.
Serkøn innan venjing og rørslu koma saman við lærarum og skúlaleiðslu at menna
20 venjingar á 15 minuttir, sum verða grundarlag undir ítróttarløtuni.



 



Í dagstovninum
Eikilund eru tey longu byrjaðu við ítróttarløtuni, sum er fyri
barnagarðsbørn fyrrapartin hvønn dag.



 



Í Vágs skúla
verður ítróttarløtan løgd afturat vanligu ítróttartímunum á tímatalvuni
hjá 2. flokki, eins og ítróttarløtan í Eikilund kemur afturat vanliga
ítróttar- og rørsludegnum, sum er hvørja viku.



 



Venjingarnar
verða skipaðar við teirri grundhugsan, at tað skal verða stuttligt at røra seg.
Tað er av týdning, at ítróttarløtan gerst ein góð smílandi løta, sum
næmingarnar og barnagarðsbørn gleða seg til. Er tað lætt í sinninum at fara til
ítróttarløtuna, so er hugurin til at luttaka eisini størri. Ítróttarløtan
verður innihaldsliga skipað soleiðis at tær eisini fevna um rørslur og
venjingar, sum gransking vísir hava ávirkan á innlæringina.



 



Eitt heilsu-
og trivnaðarátak



Kanningar í
grannalondum okkara vísa, at meiri ítróttur í skúlanum og dagstovnum hevur
jaliga heildar ávirkan á lívsgleðina hjá børnum og ungum, umframt jaliga
ávirkan á innlæringsevnini, á konsentratiónsevnini.



 



Endamálið við at
seta í verk skipan við ítrótti hvønn dag í Vágs skúla og dagstovninum Eikilund
skal sostatt bæði síggjast sum ein miðvís ætlan at hjálpa um heilsuligu og
sosialu trupulleikarnir, sum standast av ovurfita, samstundis sum hetta hevur
eina jaliga ávirkan á innlæringsevnini, á tey fakligu úrslitini hjá næminginum.



 



Ikki minst so er
hetta ein liður í heildarætlanini hjá Vágs kommunu, har fokus er sett á at
skapa best gjørligu trivnaðar umstøður fyri børn og ung í Vági, og at geva
okkara børnum og ungu so góðar upplivingar í barna- og ungdómsárunum sum til
ber.