Dagstovnurin á Argjum

Útivikan nærkast í hvørjum, her eru góðar
fyrimyndir hjá tær og hjá mær.

Børnini saman við Tóru úr Dagstovninum á
Argjum hugnaðu sær fyrrapartin á bátabrúgvunum frammanfyri tey gomlu pakkhúsini á
Skálatrøð. Tey síggjast her eta rugbreyð við onkrum góðum sunnum
føroyskum viðskera.

Tóra segði mær, at børnunum dámar serliga væl sild, sum
ivaleyst er tann viðskeri, tey taka fram um magnt annað. 
Stovnurin hevur eina
serliga kostætlan, har børnini fáa tvær máltíðir um dagin.


Ólavur Jøkladal