Blái Krossur og ABC hóska saman sum fótur í hosu

Blái Krossur Føroya hevur júst givið nýtt limablað út,
har ein stórur partur av blaðnum snýr seg um teirra leiklut í verkætlanini hjá
Fólkaheilsuráðnum ABC fyri sálarliga heilsu. Vit eru so heppin at vit hava
fingið loyvi til at deila greinarnar við tykkum.



Í blaðnum kanst tú lesa um hví ABC samskiparin í Bláa
Krossi, Lív Justinussen, heldur, at Blái Krossur og ABC hóska saman sum fótur í
hosu. Monika Mohr, sum leiðir verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu,
greiðir frá í eini aðrari grein, hví Blái Krossur kann vera við til at breiða
sálarheilsuboðskapin út.



Eisini kanst tú lesa um hví Fólkaheilsuráðið mælir frá
víðkaðari rúsdrekkalóg.


Blákrossblaðið er viðfest niðanfyri.