Ársins roykfríi skúli 2015 - kapping





Kapping
um at gerast Ársins roykfríi skúli 2015



Aftur
í ár fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri kappingini um Ársins
roykfría skúla. Kappingin er millum 5. – 10. Flokkarnar í
Føroyum.



Talið
av luttakandi flokkum økist ár undan ári, í fjør vóru
tað  67 skúlaflokkum kring alt landið, sum vóru við í
kappingini.
Flokkarnir
skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 9. september til 9.
Oktober. Hetta megnaðu 42 flokkar, og í lutakasti, sum
Fólkaheilsuráðið skipaði fyri, vann 9. flokkur úr Skúlanum
á Giljanesi.



Í
ár verður latið upp fyri tilmelding mikudagin 3. September:

Tilmelding

Reglur fyri kappingina


http://fc.skulin.fo/~arg2000/066A9824-0066405A?Plugin=Metro

Vinningurin
í 2015

Stóri
vinningurin er atgongumerki til fyrsta HM-undankappingardyst hjá
føroyska landsliðnum á Tórsvølli í 2016.


Hartil
verður gjørd ein heiðurspláta til skúlan við heitinum: “Ársins
roykfríi skúli 2015.” Hesa plátu kann skúlin velja at heingja
upp, so at hon er sjónlig fyri næmingum og øðrum vitjandi.




MELDA TIL KAPPINGINA "ÁRSINS ROYKFRÍI SKÚLI 2015


Meiri kunning um átakið