Altjóða granskarar staðfesta: heilsufótbóltur er heilivágur

Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya og formaður í Fólkaheilsuráðnum er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri átakið.


Í januar í ár var fyrsta altjóða vísindaliga ráðstevnan “Football is Medicine” hildin í Lissabon í Portugal og onnur ráðstevnan verður í Odense, Danmark, 21.- 26. januar 2019.


Í sambandi við heimsmeistarakappingina í fótbólti í Russlandi í hesum døgum gevur “Football is Medicine” samtakið út eitt supplementum í altjóða vísindaliga tíðarritinum, Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports.


Í tíðarritinum eru 10 vísindaligar greinar, sum vísa
at heilsufótbóltur er munadyggur heilivágur til sjúklingar við sjúkum
sum týpu 2 diabetes, fleiri hjartakarsjúkum, krabbameini í prostata og
beinbroyskni. Granskarar av Fróðskaparsetri Føroya og Deplinum fyri
Heilsu- og Almannagransking eru við í fleiri greinum, har Magni Mohr er
verkætlanarleiðari, og har stuðul er fingin til vega frá
Sjúkakassagrunninum, Fótbóltssambandi Føroya, Fólkaheilsuráðnum og
Diabetesfelagnum.


Í sambandi við útgávuna hava Magni Mohr og 50 aðrir høgtmettir
granskarar í fysiologi og medisini úr 20 ymiskum londum og 5 heimspørtum
skrivað ein innleiðandi editorial.


Her verður staðfest við støði í umleið 150 vísindaligum greinum í
sterkum altjóða tíðarritum, fleiri skipaðum review-greinum og trimum
meta-analysum, at heilsufótbóltur gjøgnumførdur sum smáspøl á smáum
vøllum, er ein breiðspektraður háintensur venjingarháttur, sum
samantvinnar venjing av styrki, úthaldni, skjótleika og kropsjavnvág í
somu venjing.


Granskararnir staðfesta eisini, at fótbóltssmáspøl í ein tíma tvær
ferðir um vikuna bæði fyribyrgja og viðgera lívstílssjúkur sum ov høgt
blóðtrýst, týpu 2 diabetes, yvirvekt, ymiskar krabbameinssjúkur og
beinbroyskni.


Til seinast hugleiða teir 51 granskararnir framtíðarverkætlanir, har
stórt fokus er á kanningar við fleiri sjúklingabólkum, barnaverkætlanir
við upplýsing og heilsuundirvísing, umframt verkætlanir fyri heilsuliga
serliga útsettar bólkar. Seinasta staðfestingin er, at heilsufótbóltur
er breiðspektraður heilivágur og altjóða bólkurin umboðandi granskarar
úr øllum heiminum sigur seg vera kláran at íverkseta hesa vitan.


Editorial greinin kann lesast HER


Samband:
Magni Mohr; magnim(at)setur.fo; 292270