ABC vika 2019

ABC vika 2019



Fyri aðru ferð skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini “ABC viku”, ið er í viku
41 frá 7. oktober til 13. oktober. ABC vikan er komin í lag, tí altjóða
sálarheilsudagur er 10. oktober, og tí er vikan eitt upplagt høvi til at varpa
ljós á týdningin av at vera virkin, saman og hugbundin gjøgnum alla
vikuna. 



Hvat ætlar tú
tær at gera í ABC vikuni?



Vikan eitur ein “ABC vika”, tí vikan á ymiskan hátt við tiltøkum og
filmsbrotum eggjar til at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá sær
sjálvum og øðrum við at fylgja ABC boðskapinum; ver virkin, ver saman og ver
hugbundin. Eggjað verður til, at fólk í ABC vikuni gera meira av tí, sum skapar
gleði og innihald í lívinum. Vit seta spurningin “Hvat ætlar tú tær at gera í
ABC vikuni?”. Hetta bæði fyri at skapa tilvit um, at vit øll kunnu gera okkurt
gott fyri sálarligu heilsuna og at tað eru tær smáu gerðirnar sum muna. Í
vikuni kanst tú t.d. gera eina tilvildarliga góða ger fyri onnur, seta tær eina
avbjóðing, royna okkurt nýtt ella savna vinir ella familju til eitt hugnaligt
átak.



ABC vikan hevur
ymiskt at bjóða



Fólkaheilsuráðið skipar fyri ABC vikuni, men tað eru ymiskir
samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu, ið serliga standa fyri ymiskum
almennum tiltøkum og innanhýsis átøkum gjøgnum vikuna.



Av spennandi almennum tiltøkum kunnu m.a. nevnast “Sjóða – Ættarliðini
saman í sangi og virkni”, “Grótið”, ið er eitt kafekvøld fyri ung, “ABC
gongurtúr” í Klaksvíkar kommunu, “Opið hús” á Psykiatriska deplinum, “Altjóða
sálarheilsudagur” í Østrøm, við framløgum, básum og tónleiki og  “Les fyri sálarligu heilsuna”, ið er eitt
tiltak á Býarbókasavninum í Havn.



Tú kanst lesa meira um ymisku tiltøkini í skránni fyri ABC vikuna og fylgja
við á facebook síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu”.  



Sálarlig heilsa er viðkomandi fyri øll,
bæði stór og smá og fyri
fólk við ella uttan sálarligar trupulleikar. Tað snýr
seg um at gera nakað, fyri at varðveita og betra um góða sálarliga
heilsu. 



Vit ynskja øllum eina góða ABC
viku.

Tú kanst síggja okkara nýggjasta filmsbrot um ABC vikuna her, har vit spyrja "Hvat ætlar tú at gera í ABC vikuni?":  https://www.facebook.com/abcfyrisalarligaheilsu/videos/773645836408201/ 



Heinta skránna til ABC vikuna niðanfyri.