31. mai Roykfríur

Í sambandi við Altjóða
Tubbaksfría dagin
t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og
ung:

a.      Børn yngri enn 7 ár

b.      7-10 ár

c.      11-14 ár


Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær
hvør vinnari kr. 500 í virðisløn.


“Royking sokkar”



“Sigarettir sokka”



“Roykfrítt rokkar”      

Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.



Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í
seinasta lagi 18. mai kl. 12. Besta myndin í hvørjum bólki verður víst á
heimasíðuni www.folkaheilsa.fo.



Sirið Stenberg, landsstýriskvinna handar virðislønirnar á
torginum í SMS
týsdagin 31. mai kl. 17, har allar myndirnar verða vístar fram sama dag.



Vit vóna, at tit fara at taka væl undir við kappingini.



Tekningarnar skulu sendast til:            Fólkaheilsuráðið,  J.C. Svabosgøta 43, 100 Tórshavn