21 næmingar gingið 217 km hvør í tríggjar vikur

Tað gjørdist ein spennandi fetteljarakapping, sum
Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri seinastu tríggjar vikurnar.

Tilsamans fingu fleiri enn 700 næmingar útflýggjað fetteljarar,
áðrenn kappingin byrjaði tann 10. november, og nú kappingin er liðug tríggjar
vikur seinni hava 36 flokkar talt fet allar tríggjar vikurnar.



Ikki kann sigast annað, enn at hesir næmingarnir hava verið
óførir at telja fet, og stórur spenningur hevur verið hesar vikurnar, meðan
kappingin hevur verið.



Tá alt kom til alt, gjørdist tað 6. flokkur í Sørvágs skúla,
ið rann avstað við sigrinum. Tað var tó í harðari kapping við hinar flokkarnir,
sum vóru beint í hølunum á teimum.




Tríggir teir fremstu flokkarnir gjørdust:



1)     
Sørvágs skúli: 362.567 fet í miðal pr. næming í
tríggjar vikur



2)     
Stranda skúli: 311.399 fet í miðal pr. næming í
tríggjar vikur



3)     
Hoyvíkar skúli, 6. b: 304.935 fet í miðal pr.
næming í tríggjar vikur



HJARTALIGA TIL LUKKU ALLIR TRÍGGIR FLOKKAR! :)



 



Hesi tølini svara til, at hvør næmingur í 6. flokki í
Sørvági hevur gingið tilsamans góðar 217 kilometrar hesar tríggjar vikurnar. Og
hava vit bara talt fet gerandisdagar!



 



Á Fólkaheilsuráðnum eru vit fegin um góðu undirtøkuna, sum
kappingin hevur fingið, hóast vit eru greið yvir, at langt frá allir
fetteljararnir yvirlivdu til seinasta dagin.



 



Vit takka næmingum fyri teirra ídni og vilja til at vera
við, og ikki minst lærarunum og skúlunum fyri teirra stóra íkast til at gera
kappingina møguliga.



6. flokkur í Sørvágs skúla fær í vinningi:





Jólakurv.



Gávupakki frá Føroya Tele



5 fótbóltar og fýra pør av málmanshandskum
(til flokkin).



Bókin: Børnini borðreiða.



Atgongumerki til Føroyar – Grikkaland á
Tórsvølli í juni 2015.



(Nummar tvey og trý fáa eisini bóltar, handskar og atgongumerki til Føroyar - Grikkaland.)


Og vit takka hervið Føroya Tele, Thomas Dam Ítrótti,
Stjørnukokkum og Fótbóltssambandi Føroya, sum øll onkursvegna hava stuðlað
vinningunum til flokkarnar.