Nú eru nýggjar leiðreglur galdandi fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim aftur til Føroya úr øðrum londum enn teimum, sum latið er upp fyri. Aðalmálið við skipanini er at gera tað lættari hjá hesum bólkum at lata seg kanna fyri COVID-19, tá ið hesi eru heimafturkomin til Føroya.
Nú eru serstakar leiðreglur gjørdar fyri føroyskar útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim aftur til Føroya úr øðrum londum. Nýggju leiðreglurnar merkja, at heimkomnir útisiglarar og arbeiðandi føroyingar kunnu loysast úr heimauppihaldinum skjótari við at lata seg kanna tvær ferðir. Sostatt verður heimauppihaldið fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar stytt, tó er hetta treytað av, at hesi lata seg kanna skjótast gjørligt eftir komu og aftur seks dagar eftir fyrstu kanning. Tað skulu ganga í minsta lagi fimm dagar millum fyrstu og aðru kanning.
Leiðreglurnar fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim úr øðrum enn teimum fimm londunum, eru hesar:
Koronakanningarnar verða framdar á kanningarstovuni hjá Thetis í Tórshavn. Tann ferðandi rindar sjálvur fyri kanningina. Les meira og bílegg tíð til kanning á www.thetis.fo.
Landsstýrið mælir framhaldandi føroyingum frá at ferðast í onnur lond enn Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Týskland.
Les meira um ferðing til og úr Føroyum her.
- við frástøðu steðga vit korona, Covid-19
Nógvir spurningar vísa seg at snúgva seg um sóttarhald, og hvat ein kann gera, tá ið man skal vera heima.
Spurningar, sum snúgva seg um munin ímillum at vera heima, tá ið man hevur verið uttanlands, tá ið ein hevur verið í samband við ein persón, sum hevur fingið Covid-19, og tá ið ein hevur fingið staðfest Covid-19.
Vit hava við støði í kunningini á corona.fo sett boðini grafiskt upp í eini mynd.