Blái Krossur og ABC hóska saman sum fótur í hosu

Blái Krossur Føroya hevur júst givið nýtt limablað út, har ein stórur partur av blaðnum snýr seg um teirra leiklut í verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum ABC fyri sálarliga heilsu. Vit eru so heppin at vit hava fingið loyvi til at deila greinarnar við tykkum.

Í blaðnum kanst tú lesa um hví ABC samskiparin í Bláa Krossi, Lív Justinussen, heldur, at Blái Krossur og ABC hóska saman sum fótur í hosu. Monika Mohr, sum leiðir verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, greiðir frá í eini aðrari grein, hví Blái Krossur kann vera við til at breiða sálarheilsuboðskapin út.

Eisini kanst tú lesa um hví Fólkaheilsuráðið mælir frá víðkaðari rúsdrekkalóg.


Blákrossblaðið er viðfest niðanfyri. 

 

Blákrossblaðið 3 2018.pdf