ABC samstarvsfelagar

Við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu vilja vit fremja sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Ein týdningarmikil liður í hesum arbeiði snýr seg um at skapa góðar karmar fyri sálarliga heilsufremjandi virksemi, og at skapa góðar møguleikar fyri at gerast partur av sosialum felagsskapi í nærumhvørvinum. 

Vit samstarva við ymisk feløg, stovnar og kommunur, tí í felag eru vit við til skapa betri møguleika fyri at føroyingar kunnu styrkja sálarligu heilsuna. Fólkaheilsuráðið hevur ábyrgdina fyri at leiða og samskipa verkætlanina, og samstarvsfelagnir arbeiða við verkætlanini eftir sínum tørvi, og eru við til at menna og seta sín dám á verkætlanina. Soleiðis verður ABC fyri sálarliga heilsu ment og tillagað í nærumhvørvinum, har arbeitt verður við verkætlanini í praksis. 

ABC toymið telur nú 22 samstarvsfelagar: 

Klaksvíkar kommuna, Sunda kommuna, Tórshavnar kommuna, Vágs kommuna, Tvøroyrar kommuna, Sinnisbati, Gigni, SSP, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, Samkoman Lívdin, Føroya Skótaráð, Almannaverkið, Ítróttar Samband Føroya, Parasport Føroyar, Kommunufelagið, Ergoterapeutfelagið, Barna- og ungdómspsykiatriska toymi, Fysioterapeutfelag Føroya, Javni og Psykiatriski Depilin.