03. januar 2019

Rós til ÍSF og føroysku venjingarmiðstøðirnar

Doping er sera heilsuskaðilig bæði kropsliga og sálarliga, og fleiri av ringu árinunum eru "non-reversibil". Altjóða hava vit sæð ein vøkst í dopingnýtsluni seinastu árini, og tí er tað gleðiligt, at nú nærum allar tær føroysku venjingarmiðstøðirnar eru á veg inn í antidopingsamstarv ÍSF´s.

Fólkaheilsuráðið fegnast um, at fleiri venjingarmiðstøðir nú eru á veg inn í antidopingsamstarvið, sum ÍSF hevur arbeitt hart fyri seinastu árini.

Umráðandi er, at eftirlitið verður hert munandi á dopingøkinum, og at eisini tær nógvu nýggju fitness-kappingarnar, sum seinastu árini hava sæð dagsins ljós í Føroyum, koma inn undir skipað dopingeftirlit.

Doping er sera heilsuskaðilig bæði kropsliga og sálarliga, og fleiri av ringu árinunum eru "non-reversibil". Altjóða hava vit sæð ein vøkst í dopingnýtsluni seinastu árini, og tí er tað gleðiligt, at nú nærum allar tær føroysku venjingarmiðstøðirnar eru á veg inn í antidopingsamstarv ÍSF´s. 

ÍSF eigur tí stórt rós fyri, at henda avtala, nú skjótt umfatar flestu av teim føroysku venjingarmiðstøðunum. 

Fólkaheilsuráðið vil hervið enn einaferð mæla øllum føroyskum venjingarmiðstøðum at taka undir við avtaluni og at arbeiða skipað fyri einum dopingfríum venjingarumhvørvi.

 

Við ítróttarkvøðu

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.